Tíðindi

Smáskúli í stórkommunu

Nú í 2018 búgva eini 230 fólk á Velbastað, 40 fleiri enn fyri 12 árum síðan, tá ið fólkatalið í bygdini vestanfyri í Streymoynni var umleið 190, men talið á næmingum í Velbastaðar skúla gongur upp og niður, hóast fólkatalið veksur

8. mars 2018

Í løtuni eru 46 næmingar og seks lærarar í skúlanum á Velbastað. Skúlaleiðarin, Joan Neshamar, undirvísir sjálv teimum elstu næmingunum í føroyskum og enskum. Hon varð lærari á Velbastað í 2005. Í 2007 varð hon fyribils skúlaleiðari, og eftir tað hevur hon verið í føstum starvi sum skúlaleiðari.

   Í skúlanum á Velbastað eru seks flokkar, 1. til 6. flokk. Her plagar at vera ein 7. flokkur eisini, men eingin er í skúlaárinum 2017/18, tí her eru eingir næmingar at manna 7. flokk við.

   - Næsta skúlaár hava vit ein stóran 7. flokk, tí at 6. flokkur í ár er lutfalsliga stórur, sigur Joan Neshamar, skúlaleiðari.

   Forkláringin er, at árgangirnir eru sera ójavnir. Hetta skúlaárið eru 12 næmingar í 6. flokki. Okkurt árið hava verið tríggir næmingar í 6. flokki, men annars er tað toluliga javnt, um seks-sjey í hvørjum flokki.

   Tríggjar skúlastovur eru í Velbastaðar skúla. Í ár eru 1. og 2. flokkur, 3. og 4. saman og so 6. flokkur.

   - Tað positiva í tí er tað, at tey hava gagn av hvørt øðrum, sigur skúlaleiðarin, sum forklárar, at bara tað, at tú hoyrir til ein ávísan árgang, er ikki tað sama sum, at tú fakliga ert á sama stigi – heldur ikki sosialt. Her er veruleikin tann, at tey brúka hvørt annað um floksmark, soleiðis, at tey, sum ganga í t.d. 4. flokki, hava verið ígjøgnum tilfarið, sum 3. flokkur situr við.

      Joan Neshamer er fegin um, at tey brúka henda læriformin nógv við eitt nú at sparra.

   - Tí er lætt hjá einum 3. floksnæmingi kanska at spyrja ein í 4. flokki: "Tú, hvussu gjørdi tí hetta?" Og tann dagin, tá ið tú dugir at formidla tað víðari, so er tað tí, at tú hevur lært tað.

   Næmingarnir í 7. flokki, tá ið hann er her, fara í hádeild í Eysturskúlanum í Havn. Hesir næmingar hava nakrar lærugreinir, sum hoyra til hádeildina (fyrr framhaldsdeild), og næsta ár verður sum nevnt ein stórur 7. flokkur á Velbastað.

   Sambært Joan Neshamar kundi eitt natúrligt skifti verið úr 6. flokki, men sum skúli hevur skúlin á Velbastað gleði av at hava ein 7. flokk, men er eingin 7. flokkur, vilja tey avgjørt hava rúm fyri forskúla.

   Skúlaleiðarin í Velbastaðar skúla tekur fult undir við tankanum um forskúla á Velbastað, og tað verður útgreinað í eini seinni grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Myndin:

Tríggjar skúlastovur eru í Velbastaðar skúla. Í ár eru 1. og 2. flokkur, 3. og 4. saman og so 6. flokkur. - Tað positiva í tí er tað, at tey hava gagn av hvørt øðrum, tey brúka hvørt annað um floksmark, soleiðis, at tey, sum ganga í t.d. 4. flokki, hava verið ígjøgnum tilfarið, sum 3. flokkur situr við, sigur Joan Neshamar, skúlaleiðari á Velbastað

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.