Tíðindi

Slóðbrótandi tilmæli um broytingar í fólkaskúlanum

Í dag er stórt og víðfevnt álit við nógvum tilmælum handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen.

24.05.2023

Í gott og væl hálvt annað ár hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við at gera tilmæli og broytingar í víða um á fólkaskúlaøkinum. Bólkurin var settur undir farna landsstýrismanni, og núverandi landsstýrismaður heitti á bólkin um at halda fram, við eitt nú at taka økini við, sum víst verður á í samgonguskjalinum. Politiskur fylgibólkur umboðandi allar flokkar á tingi hevur umrøtt ætlaðu broytingarnar so hvørt. Frágreiðingin við tilmælum verður grundarlag undir orðaskifti og viðgerð á tingi.

Uppgávan, sum arbeiðsbólkurin fekk, var at lýsa arbeiðsøkini, sum víst verður á niðanfyri, viðvíkjandi, hvørjar ábøtur kunnu verða gjørdar, fyrimunir og vansar, og hvørja ávirkan átøkini hava á undirvísing og trivnað:

1. Tíma- og lærugreinabýtið, har hugt verður at kravdu lærugreinunum, sum eru ásettar í § 5, stk. 2 og tímatalinum í hvørjum árgangi í § 19, stk. 2.
2. Floksstødd, har skipanin í dag og ásetingarnar í § 20 verða viðgjørdar saman við møguleikanum at lækka næmingatalið til 20-22 næmingar við skúlaársbyrjan.
3. Menna lærugreinapartin, handaverk og list, har lýst verður møguleikin at styrkja einstøku lærugreinarnar og skipa tær øðrvísi, §  5, stk. 2, pkt. 4.
4. Føroyskt sum annaðmál, Hvat kann verða gjørt fyri at menna undirvísingina, næmingabólkar, móttøkuflokk, § 5, stk. 6.

Serøkið, herundir:

a. næmingar við sálarligum og sosialum avbjóðingum
b. skúlaaftran
c. lívsmeistran og
d. stuðul og hjálp hjá næmingum, ið eru lesi- og skriviveikir.
5. Onnur viðurskifti, sum arbeiðsbólkurin heldur verða umráðandi at dagføra.
6. Fíggjarligar avleiðingar av átøkunum.

Arbeiðsbólkurin gjørdi av at raðfesta arbeiðið í ymsum stigum, tí økini fevna víða. Innan serøkið sat annar arbeiðsbólkur, ið arbeiddi við sálarheilsu hjá  børnum og ungdómi í skúlaaldri, og harumframt verður eftirmeting eisini gjørd innan sernámsfrøðiliga økið. Hesi arbeiði verða grundarlag undir framhaldandi arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum.

Í frágreiðingini verður sagt, at við verandi skipan er sera torført og so at siga ómøguligt at skipa gerandisdagin í skúlanum soleiðis, at endamál skúlans verður rokkið, bæði tá ið talan er um fakliga læringin, trivnaðin, persónligu menningina og at brynja næmingarnar til lívið, sum eru samskipaðir partar í virksemi skúlans. Tað stendur at lesa í stóra álitinum við tilmælum, sum er handað landsstýrisfólkinum í dag.

- Vána trivnaður, happing, frávera, skúlamøði og næmingar, ið hava sálarligar avbjóðingar, eru avbjóðingar, sum eisini eru liðir í virkisøki skúlans, og sum skúlin skal taka støður til og loysa saman við foreldrum, skúlamyndugleikum og ráðgevandi stovnum, so møguligt er at veita bæði einstøkum næmingum og skúlaflokkum nøktandi hjálp. Tað er tí sera umráðandi, at fyriskipanir verða settar í verk innan fólkaskúlaøkið, har vit endurskoða  okkara skúlaskipan og leggja lunnar undir ein skúladag, har møguleiki er at møta einstaka næminginum og flokkinum, at skipa ein fjølbroyttan skúladag og skapa trivnað. 

Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at serlig átøk verða gjørd innan hesi øki:

1. at næmingatalið í flokkunum verður lækkað
2. at skylduga undirvísingartímatalið verður lækkað, soleiðis at skúladagurin verður styttur
3. at tvílæraraskipanin fatar um bæði grund- og miðdeild, har dentur verður lagdur á samstarvandi læring (CO-teaching)
4. at broytingar verða gjørdar í tíma- og lærugreinabýtinum, so at tað verður eitt javnari býti millum lærugreinapartarnar, og at skúlarnir fáa størri frælsi at leggja tilrættis og
5. at umstøður verða at skipa ein fjølbroyttan skúladag eisini við støði í námsætlanunum.

Umframt hesi eru ein røð av tilmælum, niðurstøðum og áhugaverdum støðulýsingum.

Tey, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum, eru Vagn Foldbo, formaður í Fólkaskúlaráðnum, Janus Vang, formaður í Felagnum Heimi og skúla, Janus Haraldsen, umboðandi Kommunufelagið, Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Rannvá Joensen, næstforkvinna í Skúlaleiðarafelagnum, Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, Harriet Hansen, umboðandi Sernám, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Jenny Lydersen, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og forkvinna í arbeiðsbólkinum, og Høgni  Warberg, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og skrivari í arbeiðsbólkinum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.