Tíðindi

Skúlin slóðar fyri á burðardyggu leiðini

Tað er ikki í onkrari løgtingsnevnd ella landsstýrinum, at føroyska samfelagið verður vent á eina burðardygga leið. Tað hendir longu nú í skúlunum. Tað segði Sjúrður Hammer, granskari, sum vegna Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag helt røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, tá ið Veðurlagsvirðislønin varð handað á øðrum sinni

10.05.2021

Vit, Sjúrður Hammer og Milia Egilsnes Anda, hava vegna Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fingið tað privilegii at handa Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags í ár. Vit hava sum felag yvir 250 limir, sum vilja virka fyri hesum sama aðalmálinum, sum Veðurlagsvirðislønin hevur – at vit – altso, føroyska samfelagið gerst meiri tilvitað um, hvat árin okkara liviháttur hevur, og hvussu vit kunnu royna at minka um tann skaðan, vit gera á umhvørvið og náttúruna og at fremja ein meiri burðardyggan livihátt.

“Kollveltingin verður ikki send í sjónvarpinum,” segði afroamerikanski yrkjarin og mannarættindastríðsmaðurin, Gill Scott-Heron. Í dag standi eg við somu kenslu um tað, sum eg vóni verður ein stillfør og grøn kolvelting av føroyska samfelagnum. Tí samstundis, sum man skjótt kann staðfesta, at broytingar frá valdshavarunum í okkara samfelag henda ov seint, fyri ikki at siga – standa í stað, so er vón fyri, at tingini verða betri, tá ið vit síggja grøn hugskot og burðardyggir livihættir spjaða seg sum rótskot út frá skúlum inn í heimini hjá fólki. 

Hesum havi eg veruliga fingið eyguni upp fyri í dag. Tað er ikki í onkrari løgtingsnevnd ella landsstýrinum, at føroyska samfelagið verður vent á eina burðardygga leið. Tað hendir longu nú í skúlunum.

Veðurlagsvirðislønin verður í ár latin Skála skúla, sum hevur verið sera virkin at fáa børn at hugsa um burðardygd.

Tey hava verið og vitjað hjá IRF, sum hevur víst teimum, hvat endaliga avleiðingin og avbjóðingin av okkara stóru nýtslu verður.

Eitt, sum frøir meg serliga sum granskari, er, at arbeiðið í skúlanum í Skála hevur eitt element av vitanarinnsavning, tí hetta er nakað, sum eg veit, at til dømis plastgranskarar hava eftirlýst í langa tíð. Nakað so einfalt sum, at uppruddaða burturkastið verður vigað og skrásett, er sera týdningarmikið, tí tað hjálpir okkum at máta, um tað, sum vit gera, ger mun. Og tað ger tað ivaleyst. Eg vænti, at tann næsti Petur Steingrund ella Jóhanna Lava Køtlum teljast longu millum næmingarnar á Skála skúla.

Hvar matur kemur frá, hava tey eisini lært um og hava fingið mold inn undir neglirnar. Hetta er sera týdningarmikil barlast fyri framtíðina.

Eisini er sera áhugavert at lesa spurnakanningina, sum næmingarnir hava gjørt til foreldur, ommur og abbar. Hetta eru spurningar, sum seta tankar í gongd, og eru ivaleyst við til at fáa burðardyggsemis tankagongd inn í gerandisdagin hjá familjunum á Skála.  

Til lukku til Skála skúla fyri væl uppiborna heiðurin. Tykkara fyridømi er inspirerandi og gevur okkum góða vón fyri framtíðina.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.