Tíðindi

Skúlin skal hava eitt kveikjandi læruumhvørvi, har pláss er fyri ymisleika

- Mítt stavnhald verður at leggja doyðin á, at øll kenna seg væl, og at skúlin hevur eitt kveikjandi læruumhvørvi, har pláss er fyri ymisleika. Vit eiga at leggja okkum eftir at møta næmingunum, har teir eru, og út frá tí skapa ein struktur, sigur Atli F. Johansen, skúlastjóri í Eysturkommunu.

08.05.2019

Fyri kortum varð Atli F. Johansen settur sum skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu. Skúlin hevur umleið 244 næmingar, og har starvast 25 lærarar. Eisini eru námsfrøðingar og stuðlar knýttir at skúlanum. Atli sigur, at hann kennir seg sera hepnan at vera settur sum skúlastjóri í Eysturkommunu.

- Her eru nógv góð og dugnalig starvsfólk. Nú var støðan tann, at eg kendi skúlan og umstøðurnar frammanundan, tí eg havi jú verið varaskúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu eina tíð. Eg má siga, at eg havi merkt, at øll hava tikið væl ímóti mær, bæði lærarar og tey, ið annars varða av skúlanæmingum, greiðir Atli frá.

Støðan viðvíkjandi skúlaskapi í Eysturkommunu er, at har eru tvær deildir. Innskúlingin er í Leirvík, og miðdeildin í Gøtu. Tann skipanin er framvegis ein tilgongd, og Atli sigur, at henni fer hann at halda fram við at arbeiða við.

- Vit kunnu siga, at av tí, at skúlin er býttur sundur, er arbeiðsumhvørvið jú ikki tað sama á báðum støðum. Í skúlanum í Leirvík eru starvsfólkini serkøn í innskúling, og tað er so avgjørt ein styrki. Tað sama kann sigast um starvsfólkini í Gøtu, har tað liggur raðið fyri at taka sær av miðdeildini. Til ber at siga, at børnini byrja sína skúlagongd við góðum og tryggum kørmum í innskúlingini, og seinni kemur so eitt skifti, har karmarnir framvegis eru tryggir, men kortini øðrvísi, tí tey fara í ein annan skúla. Tað er sera umráðandi, at tað skiftið verður handfarið á rættan hátt, og júst í tí liggur stóra avbjóðingin í tilgongdini. Hugsa vit um starvsfólk skúlans, so hava við í báðum støðum fólk við sera góðum førleikum, og teir førleikarnir eiga at verða nýttir á besta hátt. Vanliga fylgja lærarar ikki við flokkunum, tá teir skifta skúla, men tað er ikki óhugsandi, at onkrar broytingar henda á tí økinum. Lat meg undirstrika, at tað er avgjørt ein góður grundvøllur hjá skúlanum at standa á, at eitt nú lærararnir í innskúlingini hava førleikar at taka sær av sínum øki.

- Hyggja vit at tí fakliga, kunnu vit spyrja, hvat eitt gott læruumhvørvi er. Tað er eyðsæð, at skal góður lærdómur fáast, og skal næmingurin mennast, so er umráðandi, at vit møta næminginum, har hann er. Tí hevur tað týdning at finna teir strukturarnar, sum roynast best. Eg kann nevna, at vit hava býtt støddfrøðina upp, har næmingar fáa avbjóðingar, ið hóska til teirra. Vit eiga kortini ikki at læsa okkum føst í slíkum skipanum, tí samfelagið, og harvið skúlin, broytist alla tíðina. Her í okkara skúla hava vit nýtt tað, ið kallast ”tímatalvubylting”, sum merkir, at nýttir verða ymiskir hættir at náa tí einstaka næminginum. Undirvísingin verður í størsta mun løgd til rættis eftir tí einstaka næminginum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.