Tíðindi

Skúlin og samfelagið undirmeta myndlist sum lærugrein

Í fólkaskúlanum er myndlist einasta lærugrein, sum umboðar visuella undirvísing, og hon hevur sostatt menningarmøguleikar at gerast týðandi partur av skúlagongdini, gerandisdegnum og framtíðini hjá næminginum.

15.11.2018

Myndlist er ein lærugrein, sum verður undirmett av bæði skúla og samfelag; tað sigur Christa Reynheim, sum er læraralesandi á Námsvísindadeildini. Hon umrøður evnið í tveimum greinum, í Skúlablaði nr 4 og 5 í ár. Christa býr í Gøteborg í Svøríki. Eftir eitt ár sum skiftisnæmingur á Högskolan för Design och Konsthandverk í Gøteborg, har hon las um estetiskar lærutilgongdir, kreativitet og listarligt arbeiði fyri børn og ung, valdi hon at skriva um myndlist í síni bacheloruppgávu. Í greinunum hugleiðir hon um lærugreinina myndlist, og hvønn leiklut hon hevur í dag - og hvønn leiklut hon átti at fingið í føroyska fólkaskúlanum.

- Tað er sera harmiligt,, at myndlist verður undirmett av skúla og samfelag, tá ið myndir nú eru ein so stórur partur av upplýsingarfloyminum, sum surrar rundan um okkum.

Eitt lutfalsliga nýtt og umráðandi hugtak, sum undirvísing í myndlist átti at hugsavnað seg um, er Visual Literacy, altso myndaligur lestrar- og skriftkunnleiki. Visual Literacy er førleikin at skilja myndir á sama hátt, sum ein lærir seg at skriva og lesa. Fyri at vit skulu skilja ein tekst, skal hann vera væl orðaður, rætt stavaður og hava góðan bygnað. Aftur at hesum hevur tekstur alskyns mál og stavrað. Hetta ger seg ikki galdandi fyri visuella málið, ið tó ofta er sterkari samskiftistól enn tekstur. Í bókini Visuel Kulturpædagogik, sum Mie Buhl og Ingelise Flensborg, báðar frá Aarhus Universiteti, hava skrivað, vísa tær á fýra førleikakrøv, sum Visual Literacy setir. Tey eru

1. at ein er tilvitað/ur um visuellar siðvenjur í ymiskum miðlum

2. at ein kann gera yvirførslur millum miðlar og veruleika

3. at ein er tilvitað/ur um visuellar snildir og brøgd

4. at ein er tilvitað/ur um, hvussu visuellir miðlar seta í verk týdningar og kunnu erta fram skoðarans reaktión.

Visual Literacy ber sostatt í sær, at vit gerast meir tilvitað og hugsa kritiskt í mun til myndir, sum ofta kunnu lumpa okkum. Vandi er nevnliga fyri, at ein mynd vísir ella umboðar nakað, sum ikki er veruleiki. Men hvat er veruleiki og ikki? Spurningurin er stórur, men trupulleikin er til staðar nú meir enn nakrantíð, og tískil er umráðandi at fáa greiðu á honum.

Brian Kennedy, ið er stjóri á listasavni í Ohio, sigur í Ted-Talk sínum, at vit kunnu læra okkum at hugsa kritiskt við ikki bara at síggja myndir, men veruliga hyggja at teimum: "It's not critical thinking if you don't notice anything that you see - it's critical when you take the time to process the engagement. So the ability to take on knowledge, the ability to communicate new knowledge is essentially critical thinking." Hann sigur sostatt, at vit mugu læra okkum at hyggja gjølla og geva okkum stundir at skipa tað skjóta myndatilfarið, ið er rundan um okkum, fyri at fáa eina fatan av og samskifta um, hvussu veruleikin veruliga sær út. Italski barnasálarfrøðingurin, Loris Malaguzzi, varpaði eisini ljós á hetta, har hann sigur, at fyri at veruliga síggja nakað má ein sleppa tí passiva og ósjálvstøðuga sýninum og heldur hava ein kreativan og kritiskan hugburð til tað, ein sær. Ein má fara inn í tað, ogna sær tað, hugleiða um tað og taka støðu til tað; tástani kann ein veruliga fata tað, sum ein hyggur at.

Avbjóðingin er, at tað í dag eru so nógv tól og samskiftispallar, ið loyva børnum og ungum inn í ein tilgjørdan veruleika umvegis eitt nú myndir og film. Vandin við hesum er, at tey derealisera: Tann tilgjørdi veruleikin gerst so mikið nøktandi, at veruligi veruleikin er sum eitt vónbrot, har tað ikki er eins vakurt, stuttligt og spennandi sum í tilgjørda veruleikanum. Tað falska gerst ov gott, og tað er torførari at skyna á tilgjørdum veruleika og veruligum veruleika. Eitt einfalt dømi eru øll tey ymisku filtrini og effektirnar, ið vit kunnu legga út yvir eina talgilda mynd, ið upprunaliga vísir nakað, sum er veruligt. Øll kunnu broyta hárlit, andlitsform ella kropp, ja, sjálvt veðrið kann broytast við einføldum, tøkniligum snildum.

Fyri at menna okkara veruleikafatan mugu vit læra at hyggja og avlesa alt tað visuella tilfarið, ið vit síggja, og vera kritisk mótvegis tí. Eitt ásett kjarnuøki í lærugreinini myndlist er nevnliga eisini at lesa myndir, og av tí at hetta er meiri umfatandi enn áður, átti lærugreinin at fingið hægri raðfesting í skúlanum.

Les báðar greinirnar í Skúlablað nr 4 og 5, 2018

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.