Tíðindi

Skúlin kann ikki standa í stað

Jón Johannesen hevur fyri kortum tikið við sum skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla. Hann tekur við eftir Finn Thomsen.

28.10.2019

Jón Johannesen røkti í nøkur ár starvið sum varaskúlastjóri, og har vaknaði áhugin fyri skúlaleiðslu.

- Skúlastjórastarvið hevur ongantíð verið ein ambitión hjá mær. Mær dámdi, og dámar, væl at undirvísa og treivst væl har eg var, sigur nýggi skúlastjórin.

- Eg varð so biðin um at søkja varaskúlastjórastarvið fyri 3 árum síðani. Eg søkti og fekk tað. Eftir hetta bleiv áhugin fyri skúlaleiðslu vaktur av álvara, og í dag eri eg sera glaður fyri, at eg gjørdi hetta valið fyri 3 árum síðani. Hetta er bæði eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum avbjóðingum, sigur Jón johannesen.

Á yngri árum var tað tó ikki skúlin, ið fylti mest hjá Jón, men heldur ítróttur.

- Sum yngri var tað ikki skúli og útbúgving, sum lá fremst í huganum, men eg var nokk so heppin, tí eg hevði lætt við at læra og gjørdi minimalt, men hóast hetta fekk eg eitt fínt 10. floks prógv og HF-prógv. Alla hesa tíðina hevur ítrótturin, serliga fótbóltur og hondbóltur, fylt mest.

- Frá 87-91 arbeiddi eg sum krambakallur á Tvøroyri, men alt snúði seg um fótbólt. Í 1991 kom so kreppan, eg og Heidi (konan) blivu arbeiðsleys, og vit fluttu til Keypmannahavnar at nema okkum eina útbúgving. Eg meinti, eg skuldi handilsvegin og fór at lesa á Copenhagen Business School, men hetta var tó eitt skeivt val, og í ’92 fór eg á læraraskúla á Fredriksberg, greiðir Jón Johannesen frá.

- Eg kom heim í 2002 og fekk starv í Tvøroyrar skúla. Samstundis gjørdist eg venjari hjá teimum vaksnu í TB. So fram til 2014 hevði eg, so at siga, 2 størv, fólkaskúlalærari og fótbóltsvenjari. Hesi árini tók eg eisini UEFA-A-licens venjaraútbúgvingina, ið er tað hægsta, man kann taka í Føroyum. Í dag eri eg saman við konu míni, Heidi, og saman hava vit 2 dreingir, sum er 24 og 18 ár, sigur Jón Johannesen.

Nýggi skúlastjórin á Tvøroyri minnist sína skúlatíð, har hann ikki var millum tey ídnastu, og lærarastarvið lá ikki frammarlaga í huganum.

- Mær dámdi væl at ganga í skúlanum, fakliga var hugurin ikki tann størsti, men sosialt dámdi mær væl.

- Eg meinti, eg skuldi handilsvegin. Eg fann út av, at tað skuldi eg ikki, men útbúgving skuldi ein hava, og tá valdi eg læraraútbúgvingina, tí hana kundi ein byggja víðari á, tí fólkaskúlalærari skuldi eg ikki verða, sigur Jón Johannesen.

- Hetta, at eg ikki vildi verða lærari, kom av tí, at pápi mín var lærari, og eisini var ein mammubeiggi og pápabeiggi lærarar, so lærari var tað síðsta, eg skuldi verða. Tíbetur broytti eg hugsan, og tað angri eg absolut ikki, sigur Jón Johannesen.

Hóast nýggi stjórin hevur hugsjónir, so væntar hann ikki, at stórar broytingar fara at verða.

Tá eg varð settur sum varaskúlastjóri, byrjaðu vit at gera ymsar broytingar, og hetta er nakað, sum sjálvandi heldur fram. So eg haldi ikki lærarar og næmingar fara at merkja tær stóru leiðslubroytingarnar, metir nýggi skúlastjórin á Tvøroyri.

Jón Johannesen hevur sínar hugsanir um avbjóðingarnar hjá dagsins fólkaskúla.

- Ein skúli kann ikki standa í stað, vit mugu fylgja við bæði tøkniliga og samfelagsliga. Skúlin skal førleikamenna næmingarnar til at kunna standa seg í samfelagnum, tá tey eru liðug. Júst hetta meti eg sum ta størstu avbjóðingina, vit hava í dag, tí alt gongur so skjótt. Tað krevur, at lærararnir eru góðir, hava góðar arbeiðsumstøður og eisini sleppa at førleikamenna seg, sigur Jón Johannesen.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.