Tíðindi

Skúlin fyri øll – ein talgiltur kunningarpallur

Í Fuglafjarðar skúla hava tey í tvey ár verið í holt við verkætlanina “Skúlin fyri øll”, sum hevur til endamáls at gera ein kunningarpall til teirra av øðrum uppruna. Á kunningarpallinum, sum skal kunna lesast á øllum málum, verður øll neyðug kunning um, hvussu ein ber seg at í fólkaskúlanum, og hvat verður væntað av einstaka næminginum og foreldrum/avvarðandi teirra.

16.11.2023

Talið á næmingum av øðrum uppruna enn føroyskum og norðurlendskum, sum ganga í fólkaskúla í Føroyum, veksur alsamt, eisini í Fuglafjarðar skúla. Hesir næmingar skulu frá degi til dags venja seg við ein skúla, eina mentan, nakrar siðvenjur og vanar sum heild, sum eru nógv øðrvísi enn har tey koma frá. Hvussu væl duga vit at kunna tey um, hvussu okkara skúli, samfelag og mentan eru? Óivað royna øll eftir førimuni at gera sítt besta. Í Fuglafjarðar skúla hava tey tikið stigið víðari og eru farin undir ein kunningarpall til næmingar og familjur av øðrum uppruna, soleiðis at tey umvegis kunningarpallin fáa alla hugsandi kunning.

Í lýsingini av verkætlanini verður sagt, at okkara nýggju ungu skúlanæmingar, við øðrum uppruna enn tí, teir nú liva í og skulu fyrihalda seg til, vísa seg mangan at fella uttanfyri, og hetta, einamest, tí tey ikki fáa tað við, ið vit onnur taka fyri givið. Talan er m.a. um føðingardagardagar, foreldrasamtalur, hvat tey skulu læra á ávísu flokstrinunum (lesiætlan), hugni við flokkinum, øðrvísi skúladagar, at pakka eina ítróttartasku, nær bussarnir koyra, starvsfólk á skúlanum, møguleikar viðvíkjandi hjálp/stuðulslærara ella nær flokkurin etur lítla matpakka. Tey fáa ikki kunningina við og verða sostatt fremmandagjørd, ella føla seg sum. 

Fyri at leggja upp fyri hesum hevur Fuglafjarðar skúli seinastu tvey árini verið við í einari royndarverkætlan við heitinum “Skolen for alle”. Við í verkætlanini, ið er eitt norðulendskt samtarv, eru Danmark, Ísland og Føroyar umboðað. Tine Møller Kristensen er verkætlanarleiðari, og hon hevur gjøgnum “Trygfonden” fingið stuðul til at seta gongd á verkætlanina í Danmark.  

Verkætlanin hevur til endamáls at gera eina heimasíðu/kunningarpall, ið kunnar nýføroyingar (børn og foreldur av fremmandum uppruna) og annars øllum, ið virka, ella á ein ella annan hátt eru ein partur av Fuglafjarðar skúla. Heimasíðan skal vera ein talgiltur kunningarpallur, har tað m.a. verður kunnað um, hvussu ein skal bera seg at í fólkaskúlanum, herundir, hvat skúlin væntar av børnum og foreldrum teirra, hvussu ein vanligur dagur í fólkaskúlanum er skipaður við meira. Umframt at kunningarpallurin skal kunna lesast á øllum málum, er eisini ætlanin at gera smáar animatiónsfilmar og møguliga leggja talu á filmarnar. Eitt er at hava atgongd til ein tílíkan kunningarpall, eitt annað er at vita, hvussu ein finnur hann, og hvussu hann verður brúktur í verki.

Tað eru Olly Poulsen og Eiler Hansen, lærarar í Fuglafjarðar skúla, sum arbeiða við verkætlanini. Tey hava starvast sum lærarar í meira enn 20 ár og halda, at stórur tørvur er á einari tílíkari heimasíðu. Byrjað verður við innskúlingini, fyri síðan at byggja uppá.

- Gongur sum ætlað verður mið- og hádeildin eisini umboðað innan 2026. Tá kunningarpallurin, ið ætlandi kemur at liggja á heimasíðu skúlans, er klárur og tøkur at brúka, vera vit við á øllum felags foreldrafundunum, ið verða hildnir runt um í ymisku flokkunum, har vit við framløgum fara at vísa á, hvussu pallurin virkar, og hvussu ein kann reika á honum. Hetta er ein stór verkætlan, men vísir hon seg at rigga væl, so er skjótt at aðrir skúlar í Føroyum eisini kunnu fáa gagn av kunningarpallinum/heimasíðuni, tó við smáum tillagingum.

Fuglafjarðar skúli hevur fingið tímar frá Undirvísingarstýrinum undir royndar- og menningarvirksemi til hesa verkætlanina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.