Tíðindi

Skúli fyri øll

Í Føroyum hava vit, samanborið við grannalondini, størsta partin av børnunum í skúlaaldri í fólkaskúlanum. Tað er ein sera lítil partur av næmingunum, sum ganga í serskúla. Tankin við einum skúla fyri øll er góður. Vit eiga øll rættin til samfelagið, og skúlin eigur at endurspegla samfelagið. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

19.11.2019

Fólkaskúlalógin loyvir einum næmingatali á 26 næmingar í hvørjum flokki. Hetta eru børn við ymiskari bakgrund, ymiskum evnum at læra, ymiskari skúlatilgongd og mangt, mangt annað. Hesi børnini verða sett saman í somu skúlastovu, tey fáa somu undirvísing, sum lærarin tilpassar einstaka næminginum. Hetta metir landið vera eina góða loysn, øll fáa eins undirvísing, øll eiga tí somu møguleikar.

Í oktober var eg á stýrisfundi í NFSP. Hetta er samstarv millum Norðurlond um børn/ung við serligum tørvi. Á einum slíkum fundi verður tosað um mangt og hvat, men stórur dentur verður lagdur á, hvussu londini skipa sína serundirvísing, og hvat rørir seg á ymisku økjunum. Sviin Tord Söderqvist tosaði um, at í teirra felag vóru tey farin at hyggja at læruumhvørvinum. Hetta er eitt áhugavert evni. Hann legði dent á, at skúli fyri øll merkir ikki, at øll ganga í eins skúlatilboði. Heldur eiga skúlar at leggja dent á atkomulig læruumhvørvi. Hetta merkir, at skúlin bjóðar eitt undirvísingartilboð, sum passar til einstaka næmingin. Hann vísti á, at skúli fyri øll merkir ikki, at øll fáa eins undirvísing; heldur eigur skúlin at tryggja einstaka næminginum somu lærumøguleikar.

Floksundirvísing riggar væl. Her fær ein stórur partur av næmingunum eina góða undirvísing. Tað er tá tað er ov trupult hjá næminginum at vera í einum slíkum umhvørvi, at hetta ikki er ein góð loysn. Tá næmingurin ikki lærir tað, hann eigur, ella tá næmingurin við síni atferð vísir, at hetta ikki er tað rætta fyri hann, so eiga vit, sum eru um hesi børnini, at bjóða eina betri loysn.

Tímajáttanin hjá skúlunum er alt ov tepur. Hetta ger, at fleiri av teimum næmingunum, ið ikki megna at vera í einum ”vanligum” flokki, detta niður ímillum. Í einum framkomnum samfelagi við so stórari framgongd, sum vit hava og hava havt í Føroyum, eiga okkara børn og ungu at vera tryggjað eina góða skúlagongd og eina bjarta framtíð. Vónandi fara landsins politikarar at skilja hetta og økja játtanina til fólkaskúlan, soleiðis at ”okkara” skúli gerst enn betri.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.