Tíðindi

Skúlastjórar hittast

Stór norðurlendsk skúlastjóraráðstevna er í Føroyum

24.09.2018

Stór norðurlendsk skúlastjóraráðstevna í Føroyum

Í hesum døgum hittast umleið 80 skúlastjórar úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Írlandi í Føroyum.

Talan er um eitt samstarv millum skúlastjórar og embætisfólk í skúlafyrisitingini í Norðurlondum og Írlandi, nevnt “Kurs 21 Nord”, sum byrjaði í 2002.

Limirnir í samstarvinum hittast á hvørjum ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir.

Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum.

Serligur dentur verður lagdur á at kunna um nýggjastu rákini innan undirvísing og námsfrøði, og kunnað verður eisini um undirvísingarskipanirnar í ymsu londunum, hvørji átøk londini hava sett í verk á skúlaøkinum í seinastuni - og hvørjar eftirmetingar, londini hava gjørt.

Í ár eru føroyingar vertir, og skúlastjórarnir byrja í dag vitjanina í Suðuroynni, har Magni Mohr heldur fyrilesturin “Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum – ávirkan á heilsu, trivnað og læring”. Seinnapartin verður vitjað á Ítróttarháskúlanum í Vági.

Í Havn fer Jóhannes Miðskarð at umrøða úrslit frá eini granskingarverkætlan um námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið “professionellur lærifelagsskapur”. 

Eisini vitja tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at tey fáa kunning um spildurnýggja, føroyska eftirmetingartilfarið í byrjanarundirvísingini, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava ment til innskúlingina.

Útlendsku gestirnir fara avstað aftur hósmorgunin.

Kelda: mmr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.