Tíðindi

Skúlaleiðslurnar hava einki val

Tað er alt ov lætt hjá landsstýrismanninum at siga, at miðfirraðu tímarnir ikki skulu misbrúkast. Landsstýrismaðurin eigur at vita, at skúlastjórarnir mangan einki annað val hava. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

15.09.2022

Tá ið játtanin ikki røkkur til alt virksemið, sum fólkaskúlalógin ásetir, so mugu skúlaleiðslurnar fáa viðurskiftini at bera til onkursvegna. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í viðmerking til útsøgn hjá landsstýrismanninum í skúlamálum, sum í summar segði, at miðfirraðu tímarnir skulu ikki misbrúkast. Í játtanini til fólkaskúlan eru 24 % miðfirraðir tímar, sum eru ætlaðir næmingum við ymiskum serligum tørvi. Sum skilst verður stórur partur av hesi játtan nýtt til annað, enn tað, teir eru ætlaðir, eitt nú vikartímapuljuna og til svimjiundirvísingina.

- Játtanarskipanin er háttað soleiðis, at ávísir tímar eru oyramerktir til ávís viðurskifti. Tá ið skúlarnir ikki fáa játtan til ávís viðurskifti, sum eru neyðug, og sum lógin ásetir, so hava teir einki annað val enn at taka frá øðrum, tí at skipanin gevur teimum ikki aðrar møguleikar, og myndugleikarnir vita hetta væl. Skúlar fáa eitt nú ikki játtað tímar til lærara nummar tvey til svimjing, tá ið næmingatalið er fleiri enn 15 næmingar, ella tímar til vikartímaskipanina. Sjálvsagt eiga miðfirraðu tímarnir at verða brúktir til tað, teir eru ætlaðir; tað vilja skúlaleiðslurnar eisini, men tá ið ein einsamallur lærari ikki kann fara til svimjing við flokki, sum er størri enn 15 næmingar, so mást tú taka frá øðrum økjum. Annars brýtur tú lógina og setur trygdina hjá børnunum til síðis. Sama ger seg galdandi við vikarunum. Tá einki er játtað til vikarskipanina, so mást tú taka, har tað ber til, tí annars mugu leiðslurnar senda næmingar heim úr skúla í úrtíð, hvørja ferð ein lærari er burtur vegna sjúku ella skeiðsvirksemi. At skúlaleiðslur mugu taka tímar frá miðfirraðu undirvísingini, er greitt tekin um, at játtanin til fólkaskúlan er alt ov lítil.

Í summar segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, í samrøðu við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, at hevur skúlin ov fáar tímar til eitthvørt, er tað eingin loysn í sjálvum sær at taka teir frá einum øki, sum eisini tørvar tímar. Er tað so, sum skúlaleiðarar vísa á, at teimum vanta tímar eitt nú til undirvísingina í svimjing, so er at finna loysnir á hesum serstaka trupulleikanum.

- Summir skúlastjórar halda, at teir kunnu brúka miðfirraðu tímarnar til annað enn tað, teir eru ætlaðir til, í grundini á sama hátt, sum teir kunnu brúka teir tveir tímarnar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki og flyta til annað virksemi eftir ávísari skipan. Tað er á ongan hátt rætt at taka frá teimum, sum hava fingið játtað tímar til eitt ávíst endamál.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.