Tíðindi

Skúlaleiðarafelagið óvanliga stuttmint

At limir í undirfeløgum kunnu vera ónøgdir kemur ikki óvart á, tað vil so vera. Tó er tað harmiligt, um ónøgdin stendur við í 30 ár. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

14.01.2019

Í Føroya Lærarafelag eru tíggju áhuga- ella undirfeløg. Skúlaleiðarafelag Føroya er allarhelst tað elsta av hesum feløgum.

Í nevndini í Føroya Lærarafelag halda vit, at tað er sjálvsagt, at lærarar við serligum uppgávum skipa undirfeløg og á tann hátt at gera vart við síni serligu viðurskifti. Samskifti við undirfeløgini er gott, og frá feløgunum fær nevndin týdningarmikla vitan um arbeiðsøkið hjá feløgunum hvør í sínum lag.

At limir í undirfeløgum kunnu vera ónøgdir kemur ikki óvart á, tað vil so vera. Tó er tað harmiligt, um ónøgdin stendur við í 30 ár. Ónøgdin kann vendast móti Føroya Lærarafelag, sum, eftir øllum at døma, ikki megnar at bøta um arbeiðsviðurskiftini hjá limunum í undirfeløgunum, ella móti Mentamálaráðnum, sum at kalla ikki gevur hesum týdningarmiklu starvsøkjum ans.

Í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum sigur Skúlaleiðarafelagið, at Framvegis, og kanska meir enn fyrr, eru skúlaleiðslur í iva, um Føroya Lærarafelag megnar nóg væl at røkja áhugamálini hjá leiðslunum í fólkaskúlanum. Hetta stendur sjálvandi felagnum frítt at siga, men harmiligt er, hvussu óvanliga stuttmint Skúlaleiðarafelagið er.

Tá Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn og Ósaskúlin og skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík vóru í umbúna at verða lagdir saman, so var ætlanin hjá Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum, at skúlaleiðslurnar eftir samanleggingina skuldu hava somu løn sum frammanundan, hóast skúlarnir nú vóru dupult so stórir. Hetta góðtók Føroya Lærarafelag ikki. Í samráðingum, har Lærarafelagið m.a. hótti við at boykotta leiðslustørvini í samanløgdu skúlunum, eydnaðist tað felagnum í desember 2014 at gera semju, har nýggju skúlaleiðslurnar fingu munandi lønarhækking.

Skúlaleiðarar vóru í mong ár ónøgdir við, at skrivarastarvið í skúlastýrinum, sum er álagt skúlastjórum, var ólønt. Hetta fekk Føroya Lærarafelag broytt í semjuni í mars 2016, so skrivarastarvið nú er lønt.

Undir samráðingunum í vetur var treytaleysa kravið hjá Føroya Lærarafelag, at lærarar skuldu hava lønarhækking í prosentum, og ikki, sum Fíggjarmálaráðið helt uppá, í krónum. Eftir tógvið stríð eydnaðist felagnum í januar 2018 at gera semju um, at lærarar fingu ávikavist 2,3 og 2,5% í lønarhækkan. Hetta gjørdi mun hjá lærarum á endaløn, og serliga skúlaleiðarar fingu munandi meira burturúr prosentvísu hækkingini í mun til ásettu krónuupphæddina.

So páhaldið hjá Skúlaleiðarafelagnum um Føroya Lærarafelag megnar nóg væl at røkja áhugamálini hjá leiðslunum, tað má takast við ávísum fyrivarni.

Hinvegin, at lønin hjá fyrstulærarunum í smærru skúlunum er lág í mun til læraralønina annars, vita bæði Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið sera væl. Tó manipulera tey í Skúlaleiðarafelagnum eitt sindur við tølum, tá tey siga, at lønarmunurin millum lærara og fyrstalærara í skúlum upp til 39 næmingar er kr.1.150,52 um mánaðin. Her er talan um byrjanarløn. Eftir tveimum árum er mánaðarlønin kr. 37.131,32 og lønarmunurin kr. 2.382,06. Har munnu teir flestu av teimum 14 fyrstulærarunum talan er um liggja. Rætt er, at hetta er ikki stórur munur, tá talan er um leiðsluábyrgd, og vit vita eisini, at tað ikki er gravgangur eftir leiðslustørvum í fólkaskúlanum. Vónin hjá Føroya Lærarafelag er, at avvarðandi myndugleikar rakna við, so vit í semju fáa bøtt um hesi viðurskifti, og tað verður meira lokkandi at átaka sær leiðsluuppgávur í fólkaskúlanum.

At enda kemur Skúlaleiðarafelagið inn á ta “interessukonflikt”, sum í ávísum førum er millum lærarar og leiðslur. Tað er púra rætt, tá sagt verður, at tá tvístøða tekur seg upp millum skúlaleiðslu og lærara, so er Føroya Lærarafelag í parti við læraranum. Hetta fær ikki verið annarleiðis, tí í ringasta føri er tað starvið hjá læraranum, sum er í vanda, og hvar skal lærarin annars fara enn til sítt egna felag?

Hinvegin er tað beinleiðis skeivt, tá sagt verður, at skúlaleiðarar ikki hava fingið somu hjálp frá fakfelag sínum. Fleiri dømi eru um, at Føroya Lærarafelag veitir skúlaleiðarum stuðul, um hesi koma í andstøðu, til t.d. arbeiðsgevaran ella annan part. Hesi mál eru tíbetur sjáldan almenn, og tað er trupult ítøkiliga at vísa á, hvør nú fær størri ella minni sømdir.

At enda er at siga, at vit ikki lesa skrivið hjá Skúlaleiðarafelagnum sum beinleiðis ábreiðslu, men heldur sum viðkomandi sjónarmið. Næsta stig hjá skúlaleiðarfelagnum kundi verið at sagt sína hugsan um rikna skúlapolitikkin hjá Mentamálaráðnum ella nú Undirvísingarstýrinum.

Annars siga vit eins og Skúlaleiðarafelag, at Føroya Lærarafelag ynskir framhaldandi gott samstarv við Skúlaleiðarafelag Føroya.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.