Tíðindi

Skúlaleiðarafelagið havt aðalfund

Skúlaleiðarafelagið hevði aðalfund í gjár, hósdagin 9. juni, í nýggja og stásiliga skúlanum í Fuglafirði.

10.06.2022

Áðrenn aðalfundin vísti Berlys Toftadal, skúlastjóri, gestunum skúlan, og fundur var við Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, um umstøðurnar hjá skúlaleiðslunum í fólkaskúlanum og støðuna í fólkaskúlanum sum heild. Á fundinum var millum annað tosað um týdningin av álitisfólkunum, samstarv millum skúlaleiðsluna, álitisfólkið og lærararnar á skúlanum, ótrygg setanarviðurskiftini hjá nógvum lærarum og sáttmálaviðurskifti hjá skúlaleiðarum. Tað var eisini tosað um barnaváttanir, at tað er ógreitt frá myndugleikunum um, hvørjar mannagongdirnar eru, og at skúlaleiðslur hava fingið ymisk boð um, hvat er galdandi. Hetta hevur órógvað leiðsluarbeiðið óneyðugt, tí sum er er meira enn ríkiligt at tríva í.

Á aðalfundinum varð nevndin afturvald. Í nevndini sita Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúli, Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðari í Viðareiðis skúli, Jóhannis Joensen úr Sørvágs skúli og Rannvá Joensen, varaskúlastjóri á Skúlatrøð. Fyrsti varalimur er Fríðbjørg Hammer, fyrstilærari í Kaldbaks skúli og annar varalimur er Joan Samuelsen, varaskúlastjóri í Eysturskúlin. Nevndin skipar seg á næsta fundi, sum verður í juni.

Á myndini er Jónleif Johannesen, sum hevur verið formaður í Skúlaleiðarafelagnum síðan 2020.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.