Tíðindi

Skúlaleiðarafelag Føroya havt aðalfund

Alt fundarfólkið var samt um, at tað er óheppið og átaluvert at bjóða skúlaverkinum eina tímajáttan, sum krevur, at skúlaleiðarin má niðurraðfesta frá fyrsta tíma.

20.05.2021

Mikudagin 19. mai hevði Skúlaleiðarafelag Føroya aðalfund í skúlanum á Argjahamri. Umleið 40 skúlaleiðarar úr øllum landinum møttu til fundin. Einki nevndarval var á skránni í ár, so nevndin er mannað av somu fólkum: Jónleif Johannesen, Jóhan M. Stenberg, Jensebeth Absalonsen, Jóhannis Joensen og Rannvá Joensen. Varalimirnir vóru afturvaldar. Tær eru Fríðbjørg Hammer og Joan Samuelsen. 

Gestarøðari á aðalfundinum var Jenny Lydersen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og hon greiddi frá, hvussu leiðsluuppgávurnar í fólkaskúlanum vóru broyttar í hennara tíð í Mentamálaráðnum. Broytingin hevur verið sera stór, men ásannast má, at leiðslutíðin til øktu uppgávurnar hevur ikki fylgt við á nøktandi hátt. Eisini hugleiddi Jenny Lydersen um tíðina sum lærari á Viðareiði, og hon kom við greiðum boðum uppá, hvørji virði eiga at liggja til grund fyri leikluti leiðarans á fólkaskúlaøkinum. 

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, bar eisini eina heilsan fram til skúlaleiðararnar og vísti á týdningin av, at Føroya Lærarafelag hevur tætt og gott samskifti við Skúlaleiðarafelag Føroya. 

Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, greiddi frá um virksemi felagsins farna árið. Skúlaleiðarafelagið hevur havt eitt virkið ár, har høvuðsuppgávan hevur verið at bera fram sjónarmið skúlaleiðaranna fyri viðkomandi stovnum, samstarvspørtum og politiska myndugleikanum.  

Orðaskifti, har limir felagsins bóru fram síni sjónarmið, fekk eisini rúmd á fundinum. Millum evnini, sum vórðu umrødd, var tímajáttanin á fólkaskúlaøkinum. Alt fundarfólkið var samt um, at tað er óheppið og átaluvert at bjóða skúlaverkinum eina tímajáttan, sum krevur, at skúlaleiðarin má niðurraðfesta frá fyrsta tíma. Tað er als ikki nøktandi, at neyðugar tímapuljur, so sum vikartímar, ikki eru við í játtanini, tí sjálvsagt er neyðugt at hava vikartímar tøkar í einum skúlaári. Ósamsvarið, millum tær uppgávur, sum skulu røkjast í fólkaskúlanum, og tímajáttanina eigur at fáast av vegnum. Tað eru ónøktandi og ørkymlandi arbeiðsumstøður at býta út av einum undirskoti. At tímajáttanin kemur so seint út til skúlarnar, er enn ein steinur oman á byrðu hjá skúlaleiðarunum.  

Millum hini evnini, sum vóru umrødd, var arbeiðstíðaravtalan, manglandi supervisjón til skúlaleiðarar, journalskipanin og tímatalvan hjá næmingunum.  

Skúlaleiðarafelagið gleðist um, at uppmøtingin var so góð á aðalfundinum, hóast limir felagsins hava sera nógv um oyruni í hesum døgum. Limirnir í Skúlaleiðarafelagnum møtast aftur í heyst, tá skeiðsdagur felagsins verður á skránni. 

Skúlaleiðarafelag Føroya

Á myndini er Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.