Tíðindi

Skúlabókasavnið kann hava týdning fyri lesivanarnar hjá børnum

Um arbeiðið við at miðla bøkur, menna lesivanar og stimbra lesivenjing veruliga skal muna, og framhald vera í, eigur skúlabókasavnið at vera opið og mannað hvønn dag, eisini í fríkorterum. Tað heldur Birna Gaard, lærari og skúlabókavørður

11.10.2021

Hvønn týdning hevur skúlabókasavnið fyri lesivanar?

Skúlabókasavnið kann hava týdning fyri lesivanar hjá børnum. Skúlabókavørðurin kann vegleiða og hjálpa hvørjum einstøkum barni at finna røttu bókina. Tá hevur tað týdning at vita, hvønn lesiførleika barnið hevur, og hvørjar søgur (tekstaslag) barnið heldur vera góðar og tímir at lesa. Tað hevur eisini týdning at læra børnini, hvar "teirra" bøkur eru á bókasavninum, fyri at tað skal vera lætt og einfalt hjá teimum at finna eina nýggja bók, eisini, tá bókavørðurin ikki er tøkur.

Hvussu heldur tú, at karmarnir og umstøðurnar hjá skúlabókavørðum eru at miðla bøkur og menna lesivenjing?

Karmarnir og umstøðurnar hjá skúlabókavørðum eru sera ymiskar á ymsu skúlunum. Minni skúlin er, verri eru umstøðurnar, og tað er óheppið! Um arbeiðið við at miðla bøkur, menna lesivanar og stimbra lesivenjing veruliga skal muna, og framhald vera í, eigur skúlabókasavnið at vera opið og mannað hvønn dag, eisini í fríkorterum. Skúlabókasavnið eigur ikki at verða brúkt til avlopstímar og aðra ífyllu. Bókavørðurin eigur eisini at fáa tíð til at kunna seg um og lesa nýtt tilfar. 

Útbúgvingin til skúlabókavørð, ið hevur verið ávegis tvey tey seinastu árini, er tíverri aftur útsett, og skeiðsmøguleikar í Føroyum eru sera avmarkaðir. Tað er stórur tørvur á førleikamenning á økinum, tí tað eru eini tjúgu ár síðan, at seinastu skúlabókavørðir vóru útbúnir í Føroyum.

Í hvønn mun heldur tú, at skúlabókavørðurin kann vera lesikveikjari?

Skúlabókavørðurin kann kveikja lesihugin við at keypa inn og sýna fram nýggjar bøkur, bøkur í ávísum og ymiskum tekstaslagi, á ymsum málum. Skipa lesiringar, gera framsýningar, spurnarkappingar o.m.a. Tað eru bara tíðin og orkan, sum seta mørkini. 

Hvønn týdning hevur frílesing fyri lesivanar?

Frílesing gevur børnunum góðar lesivanar, um tey hava brotið lesikoduna og kunnu hugsavna seg um søguna í bókini. Tað at lesa eitt ávíst tal av minuttum um dagin er fyri summi børn byrjanin til at megna at hugsavna seg um lesingina og gerast burtur í eini bók. Kemur barnið so langt, er restin oftast eitt spæl, og bøkur verða lisnar við stórum áhuga og ferð.   

Hvussu arbeiða lærarar best og skipað við frílesing?

Tað eru fleiri hættir, sum eru góðir til at arbeiða við frílesing. Tað týdningarmesta er við jøvnum millumbili at hava lesing í miðdeplinum, bæði í flokkunum og skúlanum sum heild. T.d. lesivikur, evnisarbeiði við tekstaslagi, rithøvundi, viðmæli/ummæli og so framvegis.

Børnini eru ymisk, tey, ið eru góðir lesarar, vilja hava størri avbjóðingar, summi børn vilja bara fylgja einum raðfestum lista við bókum, onnur vilja lesa tað sama sum ein vinur, og nøkur vilja hava eitt avmarkað úrval, til dømis úr einum bókakassa.   

Hvat heldur tú eigur at verða gjørt, soleiðis at næmingar lesa meiri?

Áhaldandi at hava týdningin av lesing í miðdeplinum og varpa ljós á hetta í skúlunum og ymisku sosialu pallunum, sum børnini reika á. Frílesing er eisini at lesa eina góða søgu hart fyri børnunum, serliga teimum, sum enn ikki megna at lesa eina søgu raðið, tí tá er avkodingin í miðdeplinum, heldur enn søgan; tí er samstarv millum foreldur og skúla, lærara og bókavørð, eisini týdningarmikið. Átakið "Føroyar lesa" er eitt sera gott dømi um, at tað ger mun at hava lesing í miðdeplinum.

Birna Gaard er einalærari í Fámjins skúla; seinasta árið hevur hon ikki arbeitt sum skúlabókavørður, men frá 2015 til 2020 hevði hon tímar á skúlabókasavninum í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon las samstundis til skúlabókavørð á UCC og var liðug í 2018.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.