Bloggur

Skulu vit tiga ella tosa saman?

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

23.02.2023

Tað kann tykjast so einfalt at svara omanfyristandandi spurningi, men bíða nú ... Bæði tað at tiga og tað at tosa hevur sínar fyrimunir. Tað veldst um støðuna, umstøðurnar, ætlanina o.s.fr., vildi onkur ivaleyst svarað.

Hesin spurningurin er sprottin úr samrøðum um skúladagin við næmingar og lærarar í sambandi við Kvalitativu lesivanakanningina í 2020-2022.

Tá ið næmingarnir vórðu spurdir um lesingina í skúlanum, svaraðu fleiri teirra, at nógvir lærarar lósu lektiuna upp fyri teimum. Teir nevndu serliga, at hetta varð gjørt í enskum, í søgu, náttúru og tøkni og í kristni.

Tá ið næmingarnir so komu aftur í skúla, loystu teir skrivligar uppgávur í hesum somu fakunum. Teir orðaðu tað soleiðis (beinleiðis sitat úr samrøðum): “Vit loysa uppgávur í tímunum.” og “... vit skriva og svara nógvar uppgávur.”

Hetta sama søgdu næmingarnir, tá ið lesiátøk vóru (beinleiðis sitat úr samrøðum): “Vit ... valdu sjálv bøkur og gjørdu uppgávur til bókina.”

Eingir næmingar nevndu, at teir í teirra flokki kjakaðust ella prátaðu um  fagurfrøðiligar tekstir (í t.d. føroyskum og donskum).

Sama var í kunningarfakunum; fleiri nevndu, at tey loystu nógvar uppgávur í tímunum. Eingin nevndi, at flokkurin í felag tosaði um tað, ið tey høvdu fyri, ella at tey kjakaðust um ávís evni.

Samstundis kærdu fleiri næmingar seg um, at tað var ringt at hugsavna seg í skúlanum, tí tað var so nógvur larmur; bæði í skúlastovum og á felags økjum inni í skúlunum.

Verða lærarar spurdir, hví teir lata næmingarnar loysa uppgávur í so stóran mun í tímunum, so svara fleiri, at nógvir næmingar eru so óróligir og hava ilt við at hugsavna seg, tá ið tey samrøða í flokkinum. Teir megna ikki at lurta eftir ella fylgja við og at halda seg til evnið. Teir hava betri bindindi, tá ið teir sita stillir hvør í sínum lagi og svara skrivligum uppgávum. Tí velja fleiri lærarar skrivligar uppgávur fram um munnliga samskiftið.

Tað, at uppgávuloysing hevur breitt seg í so stóran mun í flokkunum, er ikki eitt serstakt føroyskt fyribrigdi. Tað sama er hent í okkara grannalondum.  Eisini har er tað, at loysa uppgávur, vorðin dagligur táttur í øllum skúlafakunum og er vorðið meiri og meiri dominerandi í innlæringini; men okkara grannalond gera upp við hetta rákið.

Hetta hendi eisini í áttatiárunum, tá uppgávuloysing var vorðin kjarnin í dagligu undirvísingini. Hvør minnist ikki mongu donsku bøkurnar, ið vórðu brúktar í okkara skúlum, har krossur skuldi setast við rætt ella skeivt, ella røttu orðini skuldu setast inn í ávís glopp o. tl. Gransking vísti, at næmingar lærdu ov lítið ígjøgnum uppgávurnar. Eitt mótrák tók seg upp, ið førdi við sær, at arbeitt varð meiri grundandi og skapandi.

Tað er einki forgjørt í tí at loysa uppgávur; tað er bæði neyðugt, og nógvar  góðar grundir tala fyri at arbeiða við skrivligum uppgávum.

Tað er, tá ið uppgávur breiða seg ógrundað og óumhugsað um øll fakøkini, at vit mugu vera á varðhaldi. Vit mugu vera tilvitað og gáa um, hvørt uppgávurnar, ið vit geva næmingum dag og dagliga, fremja fatanina ella dýpa innlæringina.

Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvør fyrimunur er við uppgávunum, hví velja vit at brúka tær í undirvísingini, hvat fáa næmingarnir burturúr, hvat læra teir, hvat menna teir o.s.fr. Elva tær til grundandi og skapandi samspæl millum næming og uppgávu; ella er talan um at skriva av, seta kross við rætt ella skeivt o. tl.

Koma tilvildarligar uppgávur í staðin fyri dýpandi munnligt samskifti og samrøður um fakligt innhald, og í staðin fyri refleksión og felags kjak um ivaspurningar, so er vandi á ferð, tí tá fáa næmingar ikki royndir í at lurta eftir øðrum, og at orða seg greitt og neyvt, ella í tí at taka støðu og geva grundir fyri støðutakan. Og tey læra ikki at tora at seta orð á egnar áskoðanir í einum kjaki, og tá tilogna tey sær ikki førleikan at luttaka á jøvnum føti við onnur í okkara fólkaræðisliga samfelagi.
Soleiðis sum fyri er skrivað í fólkaskúlalógini.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.