Tíðindi

Skulu tíðaravmarkaðu størvini fækkast, má skipanin broytast

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum er sinnaður at hyggja nærri at skipanini og gera tillagingar.

27.03.2023

Eitt av málunum, sum Føroya Lærarafelag hevur arbeitt við í nógv ár, hevur verið at lækka talið av tíðaravmarkaðum størvum. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum er sinnaður at hyggja nærri at skipanini og gera tillagingar. Ein partur av nógvu tíðaravmarkaðu størvunum liggur í bygnaðinum av játtanini til fólkaskúlarnar. Árliga játtar Undirvísingarstýrið hvørjum skúla sær tímar eftir einum leisti, har ein næmingur meir ella minni í einum skúla kann hava við sær, at játtanin til viðkomandi skúla minkar ella veksur, og hetta hevur samstundis ávirkan á læraratalið. Skipanin er, at skúlar fáa tímajáttanina í mai samsvarandi næmingatalinum í februar, og so verður játtanin endurskoðað og tillagað í september eftir næmingatalinum 1. september.

- Hesin frymilin fer at verða endurskoðaður. Grundleggjandi haldi eg ikki, at skipanin er nóg góð, tá eitt næmingatal, sum er fimm næmingar meiri ella minni, skal vera avgerandi fyri, um ein lærari fær starv ella ikki. Heldur hinvegin eiga vit at hugsa, at leiðslan eigur at hava gott rásarúm, og tað er eisini tað, leiðslurnar vilja hava fyri at kunna ráðleggja. Hevur ein skúli eitt árið fleiri tímar, enn tímajáttanarskipanin leggur upp til, so koma hesir tímarnir næmingunum og lærarunum til góðar so ella so. Skuldi tað víst seg, at næmingatalið í einum skúla minkar eftir eitt tíðarskeið, so eigur tímatalið sjálvandi at verða tillagað, men ikki fyrst í einum skúlaári, tí hetta kann hava so stórar avleiðingar fyri, hvørt tú kanst seta ein lærara ella ikki. Tað er hvørki nøktandi ella rímiligt, at lærarar í so stórum tali skulu hava so ótrygg setanarviðurskifti; tað kann elva til ótta og strongd, so eg eri avgjørt opin fyri at hyggja nærri at hesum og gera ábøtur.

Hetta skúlaárið, 2022/23, varð lýst eftir 114 lærarum til fólkaskúlan, 84 vóru tíðaravmarkað størv, og av teimum vóru fleiri enn 30 parttíðarstørv. Skúlaárið 2021/22 varð lýst eftir á leið 100 lærarum í tíðaravmarkað starv í fólkaskúlanum. Djóni Nolsøe Joensen ásannar, at hetta eru høg tøl og ótrygg setanarviðurskifti.

- Sum eg skilji, so eru tað fleiri lærarar, sum eru settir í fulltíðarstarv, sum søkja um lækkað tímatal ár eftir ár, og tímarnir, sum verða til avlops hjá hesum lærarum, verða lýst sum tíðaravmarkað størv. Ein skipan kundi í hesum førum verið, at lærari, sum hevur havt lækkað tímatal í longri tíð, t.d. hálvtíðarstarv í meira enn trý ár, fær tryggjað hálvtíðarstarv sum fast starv. Tað vil siga, at til bar í øllum førum at tryggja lærara, sum hevði havt lækkað tímatal í fleiri ár á rað, fast parttíðarstarv, og at viðkomandi hevði møguleika at fingið so nógvar tímar aftrat, sum tímajáttanin hjá skúlanum loyvir. Hetta kundi verið ein loysn, sum í øllum førum hevði havt við sær, at fleiri lærarar kundu verið settir í fast starv. Her eru talan um setanarviðurskifti og rættindi, sum ikki ber til at broyta uttan neyðuga viðgerð.

Ein onnur loysn kundi verið, at ein serskipan varð gjørd, sum kann vera galdandi fyri tey størru økini, har tað er lættari at seta lærarar í fast starv, tí á hvørjum ári er ein ávís útskifting við lærarum, sum fara í farloyvi, barnsburð ella velja at arbeiða niðursetta tíð; tað eru hesi viðurskifti, sum gera, at tað í so stóran mun verða sett tíðaravmarkað størv.

- Í dag verður normerað rættiliga tætt, og tað merkir, at vit hóast alt hava færri tíðaravmarkað størv. Men uttan mun til, hvat verður gjørt, so má skipanin broytast, um tíðaravmarkaðu størvini skulu fækkast, og fleiri lærarar verða settir í fast starv.

Nógvu tíðaravmarkaðu størvini hava við sær, at fleiri lærarar í nógv ár hava verið settir í starv eitt ár í senn í sama skúla uttan at fáa fast starv í boði. Dømi eru um lærarar, ið hava verið í tíðaravmarkaðum starvi í sama skúla í átta fylgjandi skúlaár uttan at fáa fast starv. Grannalond okkara hava langt síðan vart síni starvsfólk ímóti tílíkari viðferð. Har eru ásetingar, ið veita trygd fyri, at um tú hevur verið í starvi á sama arbeiðsplássi í trý fylgjandi ár, so eigur tú fast starv.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.