Tíðindi

Skjót viðgerð kann fyribyrgja tunglyndi

Tunglyndi er ein av vanligastu sálarligu sjúkunum millum ungfólk, og tunglyndi vitjar ofta aftur.

20.07.2022

Hvussu stór eru sannlíkindini fyri, at eitt barn ella ungfólk, sum hevur havt tunglyndi, fær tunglyndi aftur?

Tað hevur Ida Sund Morken, granskari, og starvsfelagar hennara við Institutt for psykologi á NTNU í Noregi, kannað.

– Tunglyndi verður roknað sum ein varandi ella afturvendandi støða. Nýggj gransking svarar nøkrum av spurningunum um, hvat orsøkin er til, at børn og ung halda fram at vera tunglynt í langa tíð ella fáa tunglyndi aftur, sigur hon.

Ein hugsandi frágreiðing kann vera tað, sum verður nevnt arr-hypotesan. Hon gongur út uppá, at tunglyndi í sjálvum sær hevur avleiðingar, sum til dømis, at tú tekur teg aftur frá tí sosiala. Tað ger, at tunglyndi heldur fram.

Tunglyndi kann seta spor, sum gera teg meiri sárbaran og viðkvaman; tað kann hava við sær, at tú fært tunglyndi av nýggjum. Morken og starvsfelagar hennara hava brúkt dátur frá aðrari kanning, har umleið 1000 børn og foreldur teirra taka lut. Annaðhvørt ár eru tey við í kanningini, eitt nú við at samrøður verða gjørdar. Børnini vóru fýra ár gomul, tá ið fyrstu teknini um tunglyndi vóru skrásett, og granskararnir fylgdu teimum, til tey vóru 14 ár.

Støðugt tunglyndi

Gransking, sum vísir, at tunglyndi varir við ella kemur aftur, fatar serliga um ungfólk, sum eru á veg inn í vaksnamannalívið. Morken sigur, at tað er nógv minni vitan um tunglyndi millum yngri børn og smábørn. Harumframt er eldri gransking, sum í høvuðsheitum hevur kannað, um talan er um meiri og minni tunglyndi í ávísu aldursbólkunum.

– Tá ið talan er um fyribyrging og viðgerð, er tað nógv meiri umráðandi at vita, hvussu tann einstaki hevur tað, tað vil siga hvørjum vanda barnið er í at halda fram at vera tunglynt, sigur Ida Sund Morken.

Vandin størri enn hildið

Hon og starvsfelagar hennara hava tí kannað, um lítil børn, sum eru ógvuliga tunglynt, halda fram at vera ógvuliga tunglynd, so hvørt tey eldast, bæði samanborið við javnaldrar og við hvussu tunglynt tey áður hava verið.

– Tunglyndi er vanligast hjá ungfólki, men tað kemur eisini fyri hjá børnum, sum eru yngri enn skúlaaldur. Børn, sum eru ógvuliga tunglynt, halda á at vera ógvuliga tunglynt, sigur Morken.

Samanborið við javnaldrarnar verður myndin kortini øðrvísi, tí tá verður hon meiri fjølbroytt.

Grundarlag fyri at vón

Morken kannaði eisini, hvussu tunglyndi kann ávirka tunglyndi seinni í lívinum.

– Tað týdningarmesta, vit hava funnið útav, er, at støðan bæði kann batna og versna seinni í lívinum. Verður støðan ring tíðliga, eru sannlíkindini fyri, at tunglyndið gerst verri seinni. Hetta er í samsvari við arr-hypotesuna. 

– Tað sýnist sum eyðkenni um tunglyndi, eisini tá ið børn eru heilt lítil, ávirka tunglyndi seinni í lívinum, sigur Morken.

Granskarin heldur, at orsøk kortini er at vera bjartskygd.

– Tað gleðiliga er, at fyribyrging ella viðgerð, sum førir til batar, veruliga kann mótvirka varandi eyðkennum ella at tunglyndi kemur aftur. Eg haldi, at góð orsøk er at brúka nógva orku at fyribyrgja og viðgera, ikki bara í viðkvomu ungdómstíðini, men eisini tá ið børnini eru lítil, sigur Ida Sund Morken.

Eldri gransking hevur víst, at ymiskir viðgerðarhættir kunnu geva góð úrslit, treytað av einstaka barninum og umstøðunum hjá tí.

Kelda: Forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.