Tíðindi

Skiftið frá dagstovni til skúla eigur at verða betri

- Tað ber ikki til, at fyrsta tíðin hjá barninum í skúlanum skal verða merkt av, at foreldur og skúli skulu berjast við ymsar myndugleikar um at fáa hjálp til barnið. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

04.08.2022

Nógvir lærarar, sum undirvísa í grunddeildini, gera vart við, at umstøðurnar eru truplar, og skúlaleiðarar vísa á, at tað er trupult at seta lærarar til yngstu flokkarnar, tí at uppgávan er so krevjandi. Enn verri er at fáa flokslærarar. Lærarafelagið hevur víst á, at fleiri lærarar mugu setast at undirvísa næmingunum í grunddeildini, so at tað í størri mun ber til at undirvísa bólkum við færri næmingum. Hetta at undirvísa í smærri bólkum varð roynt í koronatíðini, og tá var sjón fyri søgn, at bæði næmingar og lærarar trivust betur og fingu meiri burturúr.

Tá ið vit spyrja Jenis av Rana, landsstýrismann, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at geva næmingum og lærarum í yngstu flokkunum betri ella hóskandi umstøður, so svarar hann, at skal nakað munagott gerast í grunddeildini, eiga vit at byrja við at hyggja nærri at skiftinum frá dagstovni til skúla.

- Verður tað so, sum nógv bendir á, at næmingatalið í flokkunum verður sett niður, so fer tað heilt vist at hava góða ávirkan á umstøðurnar hjá lærarunum í grunddeildini. Men tað er eingin ivi um, at vit eiga at gera eitthvørt munagott, soleiðis at skiftið frá dagstovni til skúla verður betri. Síðan dagstovnaøkið var lagt út til kommunurnar, hevur samskiftið millum kommunur og land ikki verið nóg gott. Nýggja dagstovnaráðið, sum verður sett í næstum, fer at viðgera, hvussu tey halda, at skiftið kann gerast betri. Harumframt fer Uttanríkis- og mentamálaráðið eisini at gera eina kanning av, hvussu skiftið kann gerast betri. Tað er ikki nóg gott, sum tað er, at børn fara úr dagstovni í fyrsta flokk sum eitt blankt pappír. Tað tænir ongum endamáli, at tað ikki verður lagt upp fyri teimum avbjóðingum, børn hava, tá ið tey koma í skúla. Allar upplýsingar, sum eru um eitt barn, eru tongdar av tagnarskyldu, men hvør eigur upplýsingarnar? Tað kann ikki vera onnur enn tey, sum eiga barnið og barnið sjálvt. Allar neyðugar upplýsingar eiga at fylgja barninum. Tað ber ikki til, at fyrsta tíðin hjá barninum í skúlanum skal verða merkt av, at foreldur og skúli skulu berjast við ymsar myndugleikar um at fáa hjálp til barnið.

Tað verður ein tvørfakligur arbeiðsbólkur, sum fer at arbeiða við spurninginum um skiftið frá dagstovni til skúla, og bólkurin verður settur í næstum. Landsstýrismaðurin roknar við, at úrslitið av hesum arbeiði fer at hava ávirkan á arbeiðið hjá lærarum í grunddeildini.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.