Tíðindi

Skerda virksemið í fólkaskúlanum krevur sítt

Lærarar mugu renna meira fyri somu løn, tí at tíðin, ið er tillutað til einstaku uppgávurnar, er skerd, og lærarar undirvísa meira. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

28.09.2018

Lærarar og leiðslur hava lagt síðstu hond á ársætlanir og virksemisætlanir fyri skúlaárið. Tað er týdningarmikið, at hetta arbeiði verður gjørt til lítar, tí at góð byrjan er hálvt verkið.

Hvør lærari hevur sína virksemisætlan, ið fevnir um arbeiðið hetta skúlaárið. Hjá lærarum er tað týdningarmikið at fylgja við í síni virksemisætlan, tí virksemisætlanin er tað skjal, ið vísir, hvørjar uppgávur einstaki lærarin hevur í skúlanum, og hvussu nógva tíð hann er løntur fyri til hvørja uppgávu. Tað eru ásetingar um virksemisætlanina í “Arbeiðstíðaravtaluni” hjá lærarunum, at “Skúlaleiðarin skipar arbeiðstíðina í neyvum samstarvi við einstaka læraran.” Og at “... virkisætlanin sýnir allar uppgávur lærarans.” Tí er tað rætt og gott, at skúlaleiðarar hitta einstaka læraran at umrøða og staðfesta, hvørjar uppgávur eru skrásettar í virksemisætlanini, og hvat lærarin er løntur at taka sær av í skúlanum komandi skúlaár.

Arbeiðstíðin hjá einum lærara kann býtast sundur í tveir høvuðspartar. Tann størri parturin er tíð til undirvísing, og restin er tíð til annað virksemi enn undirvísing. Tann parturin av arbeiðstíðini, ið hoyrir til undirvísingina, er neyvt lýstur í arbeiðstíðaravtaluni, hesum nýtast lærarar ikki at hyggja nógv at. Øðrvísi er við hinum partinum, ið er tíðin hjá lærarum at røkja annað virksemi enn undirvísing í síni arbeiðstíð. Hesum eigur lærarin at fylgja væl við í, tí hesin parturin er broyttur seinni árini. Lærarar eiga at vita, hvørjar uppgávur eru teirra, og hvussu nógv tíð er tillutað til hvørja. Í hesum parti eru uppgávur sum samstarv við starvsfelagar og heim, uppgávurætting, seturskúlar og skeið.

Arbeiðstíðin hjá lærarum til annað virksemi enn undirvísing er tódnað seinnu árini í samsvari við, at játtanin til fólkaskúlan ikki er dagførd. Tí fáa skúlar og lærarar ikki havt sama virksemi sum undanfarin ár. Orsakað av hesum er tað av týdningi hjá lærarum at fylgja væl við tíðini, ið er skrásett til annað virksemi, og at samstarva við skúlaleiðaran at útgreina hendan partin, so at tað slepst undan misskiljingum og gitingum.

Felagið og álitisfólk fáa javnan fyrispurningar frá lærarum um teirra virksemisætlan, tí at lærarar kenna seg at renna meira fyri minni. Og rætt er, at fleiri lærarar mugu renna meira fyri somu løn, tí at tíðin, ið er tillutað til einstaku uppgávurnar, er skerd, og lærarar undirvísa meira. Lærarar mugu tí venja seg við at fylgja við í síni virksemisætlan og leggja orku í hvørja uppgávu samsvarandi við tað, tey eru lønt at gera.

Eg minnist orðini hjá Storm P., at “det kræver god moral at sælge elastik i metermål”. Elastikkið í arbeiðstíðini er spent. Eg vóni, at skúlaleiðslur og lærarar saman finna eitt spenni, ið báðir partar kunnu liva við, so at skúlin kann virka, lærararnir trívast, og næmingarnir mennast.

Virksemisroknarin:

https://lonpublic.gjaldstovan.gov.fo/ac/main.html    


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.