Tíðindi

Skeivar fyrisetingar og skeiv fallnýtsla

Tað er eitt ótal av dømum í próvtøkustílum hjá næmingum í 9. flokki, ið vísa ótryggleikan, ið valdar, tá ið fyrisetingar skulu skrivast.

04.04.2022

Fjórði partur í vísindaligu viðgerðini hjá Lydiu Didriksen, Skriviførleikin undir luppinum, sum kannar skriviførleikan hjá næmingum í endanum av 9. flokki, hyggur nærri at fyrisetingum. Kannað verður um rætta fyrisetingin verður brúkt, og um navnorðið verður sett í rætt grammatiskt fall. 22,7 % av dreingjunum hava ongar trupulleikar við fyrisetingum yvirhøvur, og 30,4 % av gentunum megna somuleiðis at velja røttu fyriseting og rætt fall. 69,7 % av gentunum brúktu skeivar fyrisetingar og høvdu skeivleikar í fallnýtsluni, og 77,3 % av dreingjunum høvdu somu trupulleikar. Dømi:

“Ernesto gekk stillisliga av vøllin, …”
“… ,tí tey spyrja ikki um prógv við barrum.”
“Fleiri sum drekka seg úr vit, gera negv bytt, …”
“Anna heldur at við at vísa álit til børnini …”
“… og vilja vita meira um hvat fer at henda við málið.”
“Eisini her fær mann bann frá vøllinum …”
 “Hann fekk bann at koma til Tórsvøll …”

Tað er eitt ótal av dømum í stílunum, ið vísa ótryggleikan, ið valdar, tá ið fyrisetingar skulu skrivast. Í 1) stendur av vøllin í hvønnfalli og ikki av vøllinum í hvørjumfalli, sum hevði verið tað rætta. Í 7) sæst annað dømi at koma til Tórsvøll og ikki á Tórsvøll, ið hevði verið tað rætta. Í 2) verður við barrum brúkt heldur enn í barrum, ið hevði gjørt útsøgnina neyvari. Í 3) stendur drekka seg úr vit heldur enn at drekka seg av vitinum. Í 4) stendur at vísa álit til børnini heldur enn at vísa børnunum álit og onga fyriseting. Í 5) er torført at vita, hvat mál talan er um. Úr samanhanginum sæst, at talan helst er um málið, ið Ernesto kann vænta sær, tí hann rann inn á vøllin. Sostatt er ikki talan um málið, ið stendur inni á vøllinum ella nakað annað. Fyri at skilja tað, sum samanhangurin vísir, skuldi staðið við málinum og ikki við málið. Sama kann sigast um dømi í 6), at man fær bann frá vøllinum. Úr kontekstinum sæst, at meint verður við at verða burturvístur av vøllinum.

Sum sæst og skilst órógva skeivar fyrisetingar og skeiv fallnýtsla merkingina í útsagnum. Málið verður óneyvt og ógreitt.

Viðgerðin hjá Lydiu Didriksen byggir á 95 av teimum 653 próvtøkustílunum, ið vórðu skrivaðir kring landið í mai í 2017. 1. partur um kanningina var í Skúlablaðnum, nr. 4, ið kom út í august 2021, og hesin viðgjørdi í høvuðsheitum uppgávuorðingarnar og svarini. 2. partur, sum stóð í Skúlablaðnum, nr. 5 frá oktober 2021, greinaði og lýsti førleikan hjá næmingum at byggja og skipa setningar. 3. partur greinaði og lýsti serlig fyribrigdi viðvíkjandi orðaflokkum og stóð at lesa í Skúlablaðnum, nr. 6, ið kom út í desember 2021.

Fjórði partur er beinleiðis framhald av 3. parti, ið endaði við viðgerð av 6.0 Lýsingarorðum, verða fyrisetingar, kongruensur, ávirkan úr enskum og donskum, umframt fonologisk stavseting viðgjørd.

Les alla viðgerðina í Skúlablað nr 1, 2022.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.