Tíðindi

Skapa tilvit um felagsskap

Í Skúlanum á Argjahamri á Argjum eru fýra lærarar farnir saman um eina spennandi royndarverkætlan, teir nevna felagsskapur. Verkætlanin hevur til endamáls at menna førleikarnar hjá næmingunum til egið tamarhald og sosiala fatan sum heild.

28. apríl 2021

Fyri at røkka hesum málinum arbeiða lærararnir við at styrkja relatiónirnar millum lærara og næmingar, næmingar sínámillum og relatiónirnar sum heild í felagsskapinum. Tað eru tveir AKT-lærarar, Lissi Hansen og Bjørg Akraberg Poulsen, og tveir ICDP-lærarar, Mariann Poulsen og Elin Olsen, sum hava tikið stig til verkætlanina.

Grundkjarnin í verkætlanini er at gera næmingarnar tilvitaðar um, hvat ein góður vinur er, hvat ein góður vinur ikki er, og somuleiðis hvussu tú tosar við onnur. Amboðini, sum AKT-lærararnir og ICDP-lærararnir brúka, eru einføld og góð at nýta við trivnaði fyri eyga, og tey kunnu brúkast í allari undirvísing at seta næmingar saman, sum ikki finna saman av sær sjálvum.

- Tað eru nógv børn og ung, sum ikki trívast, ikki bara í ella orsakað av skúlanum, men av øðrum viðurskiftum eisini. Fáa vit næmingar, sum ikki hava verið partur av felagsskapinum, inn í felagsskapin, trívast teir betur, og so læra teir eisini betur. Tað krevur, at allir lærarar onkursvegna megna at hava trivnaðin við í undirvísingini.

- Tá ið vit vita, at hetta amboðið er hent í arbeiðinum at skapa góðan trivnað, er upplagt at byrja í forskúlanum og grunddeildini; tað er bæði við fyribyrging fyri eyga og við at kunna leggja nakað gott í næmingarnar frá skúlabyrjan av. Næmingarnir í grunddeildini eru so ungir, at teir ikki altíð eru førir fyri at seta orð á tað, sum gongur fyri seg. Mistrivnaður kann vera, at teir hava ilt í búkinum og ikki rættiliga vita hví so er, sigur Lissi Hansen.

- Mangan hava vit eina ímynd um, at vit síggja alt og øll í skúlastovuni, men tá ið vit so útgreina eina undirvísingarstøðu, har vit sjálv eru við í sum lærari saman við næmingum, so er sjón fyri søgn, at vit ikki síggja alt og eisini, at vit koma til at siga ymiskt, sum ikki er so heppið. Tað letur veruliga eyguni upp fyri nøkrum. Tí er tað áhugavert at kanna nærri, hvussu relatiónirnar, tú sum lærari hevur við hvønn einstakan næming eru. Ert tú í einum toymi við trimum lærarum, kanst tú spyrja, um allir lærararnir hava eina relatión til allar næmingarnar. Eru viðurskifti góð ella minni góð; og er tað soleiðis, at tú heldur, at fyri tí um tú ikki hevur eina relatión til ein ávísan næming, so hevur kanska onkur av hinum, men hvat nú, um eingin av lærarunum hevur? Ikki fyrr enn tú setir teg at kanna, hvussu relatiónirnar í roynd og veru eru, verður tú tilvitaður um tær; mín sannføring er, at vit ikki altíð eru tilvitað um, hvussu tær í veruleikanum eru. Mangan halda vit okkurt, sum ikki er soleiðis í veruleikanum, sigur Mariann Poulsen.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.