Tíðindi

Skúlin megnar ikki at venda gongdini einsamallur

- Vantandi orka og svøvntrupulleikar eru ikki trupulleikar, skúlin kann loysa einsamallur. Tað er í nógv størstan mun foreldrini, sum kunnu hjálpa næmingunum við tí, sigur Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

05.10.2023

Næmingar í 5., 7. og 9. flokki eru í nýggju trivnaðarkanningini spurdir, um tað kemur fyri, at teir ikki fara í skúla, hóast teir ikki eru sjúkir. Rákið síðstu árini hevur verið, at talið á teimum, sum ikki fara í skúla, veksur nógv. Ikki minni enn 37 prosent siga, at tað gera teir viðhvørt. Tá ið teir verða spurdir, hví teir ikki fara í skúla, er orsøkin mangan innari viðurskifti og í høvuðsheitum vantandi orka, harnæst strongd, svøvntrupulleikar og kenslan ikki at hava tað gott. Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, undrast á, at einki tilmæli er í trivnaðarkanningini, sum vendir sær til næmingar og foreldur.

- Vantandi orka og svøvntrupulleikar eru ikki trupulleikar, skúlin kann loysa einsamallur. Tað er í nógv størstan mun foreldrini, sum kunnu hjálpa næmingunum við tí. Tá ið eg spyrji næmingar, hvussu nógv teir hava sovið, so hoyri eg aftur og aftur, at teir hava sovið alt ov lítið, ofta bara einar fýra tímar.

Skúlar hava altíð átikið sær uppgávuna at minna foreldur á, at børn eiga at koma mett og væl sett og úthvíld í skúla. Hetta hevur eydnast væl, líka til fyri nøkrum fáum árum síðan.

- Av tí at fartelefonin hevur yvirtikið tíðina hjá børnum so at siga, er hetta farið av kós. Børn koma í skúla, sum einki orka, tí tey einki hava sovið, og tí tey einki hava etið; tey hava einki tol, tey orka ikki at sita í skúlastovuni og vera partur av undirvísingini. Hugsandi er, at tað er telefonin, sum er orsøkin. Tey, sum kunnu fáa børnini frá telefonunum heima, eru foreldrini.

Jónleif Johannesen heldur, at tey, sum hava gjørt trivnaðarkanningina, eiga at venda sær týðiligari ímóti foreldrum og næmingum.

- Eg havi ilt við at skilja, hví vit skulu vera so varin, tá ið tað snýr seg um at gera tilmæli til foreldur og næmingar. Vit koma onga leið við ikki at taka foreldur og næmingar við. Skúlin megnar ikki at venda gongdini einsamallur.

Jónleif Johannesen vísir til grein 3 í fólkaskúlalógini, sum tekur foreldur við í albúgvingina av næmingum.

- Vit mugu tora at mæla foreldrum til at minka um telefonnýtsluna hjá børnunum eftir eitt nú kl 21.00 um kvøldið, samstundis sum ein slík kanning má tora at vísa foreldrunum á, at eitt barn hevur brúk fyri væl av svøvni fyri at hvíla til dagin eftir. Skulu vit taka týðandi tøk móti eini nullhugsjón innan happing og misðtrivna, mugu vit øll lyfta í felag. Tað veri seg myndugleikar, skúlar, foreldur og okkara ungu borgarar. Tað er fyrst tá, vit hava ein veruligan møguleika at venda gongdini.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.