Tíðindi

Skúlin á Fløtum tveir forskúlaflokkar

Í hesum døgum lýsir Skúlin á Fløtum eftir lærara til nýggja forskúlan, sum verður í Skúlanum á Fløtum, tá ið hann letur upp í nýggjum skúla eftir summarfrítíðina

29. apríl 2020

Skúlin á Fløtum er størsti skúli í landinum, og í august tekur hann í nýtslu nýggjan bygning á Fløtum í Havn. Tá verða næmingarnir savnaðir, tó ikki allir, tí summar deildir fara framvegis at halda til í øðrum bygningum, sum skúlin ræður yvir. Nýtt í skúlanum verður forskúlin, sum byrjar við tveimum flokkum, 44 næmingar til samans.

Í Skúlanum á Fløtum fara komandi skúlaár at ganga um 775 næmingar í 0. –9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin annars skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 0. -7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 við 30 næmingum og Lopfjølina við 10-12 næmingum.

Í lýsingini eftir lærara verður sagt, at í forskúlanum fara tey umframt leik og læru eisini at leggja dent á rørslu og motorikk herundir fimleik og ítrótt. Tí er motorikskeið ella líknandi royndir ein avgjørdur fyrimunur umframt at svimjilæraraprógv er eitt krav.

Freistin at søkja starvið er 12. mai. Lýsingina sært tú her: 

http://www.skulabladid.fo/l%C3%A6rari-til-forsk%C3%BAlan-%C3%AD-sk%C3%BAlanum-%C3%A1-fl%C3%B8tum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.