Tíðindi


Skúlavegleiðingin verri fyri uttan fyri høvuðsstaðin

Tað er misjavnt, hvussu fólkaskúlarnir eru fyri, tá ið talan er um at hava vegleiðara.

2. juli 2017

Fæstu skúlarnir hava útbúnan vegleiðara, og støðan er verri uttan fyri høvuðsstaðin enn í høvuðsstaðnum. Allarflestu teirra, ið hava tikið diplomútbúgving sum vegleiðari, og síðan masterútbúgving í vegleiðing, eru lærarar í skúlunum í Tórshavnar kommunu. Nógvir av skúlunum uttan fyri Tórshavn eru eisini so mikið smáir, at fleiri eru saman um ein vegleiðara.
- Av teimum, sum hava tikið diplomútbúgving, er ein vegleiðari, sum ikki er í Tórshavnar-økinum, og somuleiðis av teimum, sum í summar taka mastarútbúgvingina, er bara ein, sum ikki er í Tórshavnar-økinum. Í skúlunum í Havn eru enntá summastaðni fleiri enn ein útbúgvin vegleiðari. Hetta er gott fyri skúlarnar í Havn, men sera óheppið fyri skúlarnar uttan fyri Tórshavn, at teir ikki eru eins væl fyri, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya.

Fleiri teirra, sum arbeiða sum vegleiðarar, hava skeið ella annað, soleiðis at teir kunnu arbeiða sum vegleiðarar. Men nógvir hava onga skúling í vegleiðing.
- Tíverri hevur siðvenjan verið, at vegleiðing hevur verið brúkt sum klípi. Vantar einum lærara nakrar tímar til fulla tímatalvu, so hevur skúlastjórin sett hann á vegleiðingina. Nógvir vegleiðararnir eru vorðnir vegleiðarar á henda hátt; hetta er ikki serliga heppið, tí hevur lærarin ikki valt at arbeiða við vegleiðing, er ikki vist, at hann hevur áhuga fyri økinum. At arbeiða sum vegleiðari krevst, at tú dugir at lurta eftir næminginum, at tú loftar tí, sum næmingurin sigur millum reglurnar, fyri at føra hann víðari til næsta stig, at tú hevur áhuga fyri honum, og at tú setir teg inn í økið. Hevur lærarin ikki áhuga fyri hesum, er tað avgjørt ein vansi.

Í summar eru 23 vegleiðarar lidnir við masterútbúgving í vegleiðing; átta teirra eru fólkaskúlalærarar. Ester Poulsen heldur, at tað er óheppið, at tað ikki verður hildið fram at útbúgva vegleiðarar.
- Vit vóna, at útbúgvingin heldur fram skjótt, tí tørvurin er stórur á útbúnum vegleiðarum, og nógvir lærarar eru áhugaðir at fara undir útbúgving sum vegleiðari.

Uppgávan hjá skúlavegleiðingini er útgreinað í kunngerð um skúlavegleiðing frá 9. juni 2010.

Les eisini: http://skulabladid.fo/ra%C3%B0festa-sk%C3%BAlaveglei%C3%B0ingina-og-samstarva-um-felags-uppg%C3%A1vur

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.