Tíðindi

Skúlafrávera vaksandi trupulleiki

Talið á næmingum, sum aftra seg við at fara í skúla, veksur alsamt, vísa tøl frá Undirvísingarstýrinum.

28.10.2022

Tølini, sum vórðu løgd fram á fakligum degi, sum Sernám skipaði fyri mikudagin í vikuni, siga ikki alla søguna. Í tølunum eru bara tey, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing. Tølini vísa gongdina seinastu fýra skúlaárini. Skúlaárini 2018-2019 og 2019-2020 fingu 40 næmingar heima- og sjúkraundirvísing, og skúlaárini 2019-2020 og 2020-2021 fingu 52 næmingar heima- og sjúkraundirvísing.

- Taka vit tey uppí, sum eru partur av sertilboði, eru tølini nógv størri. Talið av næmingum í sertilboðum er vaksið nógv seinastu árini, úr 131 næmingum skúlaárið 2018-2019 til 228 hetta skúlaárið – tað vil siga nærum ein tvífalding; Skúlin á Trøðni, sum er einasti serskúlin, er ikki íroknaður í tølini. Rættiliga nógv av teimum, sum eru partur av sertilboði, hava havt skúlaaftran styttri og longri tíðarskeið. Skúlafrávera verður ikki nóg neyvt skrásett í Føroyum, og tí vita vita, at vit ikki kenna fullu myndina, sigur Margreth Olsen, stjóri á Sernámi.

Kynsbýtið er, at tað hava verið fleiri dreingir enn gentur, men síðsta skúlaárið vóru genturnar væl fleiri. Enn kenna vit ikki tølini fyri verandi hetta skúlaárið.

Á fakliga degnum vóru nógv evni umrødd; fleiri serfrøðingar høvdu upplegg, og allir luttakararnir tóku lut á verkstovum. Eini viðurskifti, ið aftur og aftur vóru nevnd, vóru, at skráseting er týðandi fortreyt at fyribyrgja skúlaaftran. Fyrr enn vit hava nøktandi skráseting av fráveru, og at allir skúlar skráseta eins, hava vit ikki eina fullfíggjaða mynd av støðuni.

- Brúka vit talið 52, sum er tey, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing hetta skúlaárið, so er tað ikki stórt samanborið við 7000, sum er talið á øllum næmingunum í fólkaskúlanum, og ei heldur stórt samanborið við, hvussu støðan er aðrastaðni. Hetta kann siga nakað um, at tað arbeiði, sum skúlar gera, tá talan er um skúlafráveru og trivnað yvirhøvur, ger mun og hevur eina fyribyrgjandi ávirkan. Samstundis er greitt, at neyðugt er áhaldandi at arbeiða við hesi avbjóðingini.

Tað var nevnt, at í Danmark eru 6 prosent av næmingunum heimasitarar, og 14 prosent av næmingunum hava størri fráveru enn 10 prosent, sum er markið fyri loyvda fráveru.

Tað var Sernám, sum skipaði fyri fakliga degnum í Smæruni í Havn. Hann var ætlaður starvsfólki á førleikastovunum og umboðum úr skúlaleiðslum. Annar fakligur dagur um skúlaaftran verður til várs.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.