Tíðindi

Sjey næmingar úr Kollafirði og Fuglafirði eru við á aðalfundinum hjá donskum skúlanæmingum

Í dag, morgin og leygardagin er aðalfundur í felagnum Danske skoleelever. Við á aðalfundinum eru tríggir næmingar úr Kollafjarðar skúla og tveir næmingar úr Fuglafjarðar skúla saman við tveimum lærarum.

19.04.2024

Danske Skolelever hevur 20 ár á baki. Í dag, í morgin og sunnudagin er aðalfundur í felagnum, og tey hava boðið føroyskum næmingum at taka lut. Tríggir næmingar úr Kollafjarðar skúla og tveir næmingar úr Fuglafjarðar skúla hava tikið av.

- Fyri okkum í Kollafjarðar skúla er henda innbjóðingin sera áhugaverd, tí vit hava í hálvtannað ár arbeitt við at seta á stovn líknandi felag í Føroyum okkara næmingum og fólkaræði at frama. Hetta er ein møguleiki at fáa vitan, sum vit kunnu brúka í okkara víðari arbeiði at fáa sett á stovn eitt felag fyri føroyskar fólkaskúlanæmingar, sigur Fríðbjørg Hammer, varaskúlastjóri og annar lærarin, sum fer við.

Á aðalfundinum ber til at fáa nýggja vitan um næmingaráðsarbeiði og at kjakast um skúlapolitikk, umframt at fáa vitan og kunning frá donsku næmingaráðunum, serliga um hvussu tey arbeiða fyri trivnaði og øðrum til gagns fyri fólkaskúlanæmingar.
- Endamálið er at búgva okkara næmingar til at kjakast um virði, royndir og vitan, sum hava týdning fyri skúlarnar og landsins politikarar.

Føroya Lærarafelag, Tórshavnar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Undirvísingarstýrið hava stuðlað ferðini hjá næmingunum og lærarunum.

Aðalfundurin verður í Vorrevangskúlanum í Aarhus. Danske skoleelever er felagsskapur fyri øll næmingaráðini í fólkaskúlunum í Danmark. Tað er 17 deildir kring alt Danmark í felagnum Danske Skoleelever. Á hvørjum ári er val til nevndirnar í lokalu deildunum. Deildirnar skipa fyri ymiskum tiltøkum og virksemi fyri næmingunum í nærumhvørvinum, og tey tosa næminganna søk fyri fyri lokalu politikarunum.

Les meiri á: https://skoleelever.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.