Tíðindi

Sexualundirvísing eigur at vera kravd frá 7. til 9. flokk

Ungdómstinglimirnir, Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir, hava lagt uppskot fyri Ungdómstingið um, at sexualundirvísing eigur at vera kravd í framhaldsdeildini.

07.02.2022

Fleiri lærarar velja ikki undirvísa í kynslívi, tí teir sjálvir skammast um tað, og tí eigur tað at vera eitt krav, at sexualundirvísing er í framhaldsdeildini. Tað halda Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir, ungdómstinglimir; tær eru næmingar í Skúlanum á Giljanesi. Í viðmerkingum til málið siga tær, at børn og ung eiga at vita, hvat sex er, og tað nýtist ikki at vera eitt keðiligt evni at tosa um.

- At fáa betri sexualundirvísing minkar um sannlíkindini fyri, at ungar gentur gerast við barn, tí at tær ikki vita meira um sex og fyribyrging. Tað er eisini týdningarmikið, at dreingir fáa somu vitan um sexualitet og fyribyrging, tí hóast tað eru genturnar, ið bera barnið, so eru tað eisini dreingirnir, sum kunnu forða fyri, at tað hendir.

- Tað er eisini sera lítið undirvíst um menstruatión. Hetta er eisini nakað, ið er ógvuliga viðkomandi fyri bæði gentur og dreingir. Sum t.d. nær gentur hava størst møguleika fyri at verða við barn, og nær tær hava minst møguleika. Eisini er viðkomandi at vita, hvussu menstruatiónin er, so sum hvat hendir í kroppinum, tá ið man hevur menstruatión.

Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir leggja upp til, at sexualundirvísingin verður kravt evni í lívfrøði.

- Vit meta ikki, tað er neyðugt at hava fleiri lívfrøðitímar, tað skal bara vera ein námsætlan fyri, hvussu tað skal vera skipað. Sum nú er, er tað krav, at man skal hava sexualundirvísing, men einki er í námsætlanini um, hvussu sexualundirvísingin skal vera skipað.

- Tær halda eisini, at tað eigur at vera meira undirvísing um kynssjúkur.

Vit eiga at fáa meira vitan um, hvørjar kynssjúkur eru, og hvørjar man hevur mest sannlíkindi at fáa; hvussu man kann forða fyri at fáa tær, hvar man kann kanna seg fyri kynssjúku, hvørja viðgerð man kann fáa fyri ymiskar kynssjúkur, og hvørjar fylgjur tað kann hava, um man ikki viðger kynssjúkur.

- Hetta skal byrja so skjótt sum møguligt; tað skal vera ein partur av lívfrøði. Og lærarar, ið hava lívfrøði, skulu eisini undirvísa um hetta, tí annars verur tað eitt ov stórt stríð at fáa fleiri fólk at undirvísa. Gott hevði verið, um lívfrøðilærarar høvdu farið á okkurt skeið ella til ein fyrilestur hjá til dømis einum sexologi um, hvussu man kann skipa sexualundirvísing fyri teimum ungu.

Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir siga, at ungfólk í dag fáa sína vitan um kynslív eitt nú frá vinum.

- Tá ið man fær vitan um sexualitet frá vinfólki, fær man ymiskar meiningar um sex, tí at tey hava ymiskar upplivingar. Annars eru tað eisini fleiri ung, ið fáa vitanina frá pornografiskum tilfari. Tað ógvuliga keðiligt, at fólk fáa eina sovorðna mynd av sex, tí í veruleikanum er tað ikki so, tað fyri gongur seg. Tað er týdningarmikið at læra sum ungur, hvat eitt sunt forhold til sex er. Um tú t.d. fært nógva av tínari vitan um sexualitet frá skeivum støðum, sum slettis ikki er realistiskt, er tað ein stórur møguleiki, at títt sexlív verður ósunt.

Tær vísa eisini á, at tað er týdningarmikið, at ung fáa at vita um mørk og samtykki í sambandi við sexualitet.

- Man skal bæði læra um síni egnu mørk, og at tað er í lagi at hava síni egnu mørk, og at man skal virða mørkini hjá øðrum. Týdningarmikið er eisini, at lærarin fortelur næmingunum um, hvussu man fær eitt sunt forhold til sex, so at tað ikki verður eitt evni, ið er  torført fyri tey ungu at tosa um. Tað skal verða undirvíst um sexualitet viðvíkjandi internetinum. Um hvat vandarnir við at deila seg sjálvan á netinum eru. Fleiri ung gera hetta. T.d. senda tey nakinmyndir ella deila seg sjálvan á annan hátt. Man hoyrir um fleiri, ið eru komin í álvarsligar trupulleikar av, at fólk misnýta myndir, ið verða sendar, t.v.s at myndirnar verða sendar runt til onnur fólk. Nógv hugsa ikki um, at myndin verður goymd og ofta eisini send víðari aftur. Tað kann hava álvarsligar avleiðingar fyri fólk á t.d. tann hátt, at man er bangin fyri, hvør hevur sæð myndina, og hvør ikki hevur.

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.