Tíðindi

Savna førleikar og vitan í staðin fyri at spjaða

- Vit fáa við eini slíkari skipan besta møguleikan at savna okkara førleikar og vitan í staðin fyri at spjaða og arbeiða hvør í sínum lagi.

11. september 2020

Undirvísingarstýrið og Nám hava verið týðandi partur í arbeiðinum at orða nýggja heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum. Fríggjadagin í farnu viku varð heildarætlanin til umrøðu og viðgerð á evnisdegi í Norðurlandahúsinum, umframt handað landsstýrismanninum við skúlamálum. Nógvar framløgur vóru; eitt nú høvdu Eyðun Gaard, stjóri á Námi, og Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, hvør sína. Eyðun Gaard segði eitt nú, at Nám hevur seinastu árini ment eina lestrarfyrisitingar kt-skipan til fólkaskúlan.

- Henda skipanin klárar tær mest neyðugu fyrisitingarligu uppgávurnar og er ment av einum kt-serfrøðingi, men vit eru ikki longur nóg stór at standa einsamøll, tá ið vit hyggja at ikki bara kt-krøvum, men eisini hóttanum og møguleikum, sum framtíðin setir okkum. Tíðin er tí búgvin til, at vit saman við miðnámi og Fróðskaparsetrinum menna eina felags skipan. Vit fáa við eini slíkari skipan besta møguleikan at savna okkara førleikar og vitan í staðin fyri at spjaða og arbeiða hvør í sínum lagi. Skúlarnir fáa fleiri og størri møguleikar í eini nýggjari skipan. At tað er breið semja í skúlunum um verkætlanina, er sera gleðiligt. Nám leggur dent á, at verandi skipan, Kervið, ikki verður sløkt fyrr enn ein nýggj skipan tekur við. Skúlarnir skulu tí ikki vera bangnir fyri brádliga at standa uttan nakra kt-skipan. Samstundis sum nýggja skipanin byrjar, verða starvsfólk skúlans førleikament at brúka nýggju kt-skipanina. Vit fara eisini at leggja stóran dent á læring, og at næmingar, lesandi og fakbólkar fáa ein serligan leiklut og eina rødd, tá ið broytingar og nýggjar útgávur av skipanini skulu leggjast til rættis.

Tað var tíðliga í fjør, at Undirvísingarstýrið og Nám vegna Mentamálaráðið fingu til uppgávu at lýsa støðuna við kt-skipanum og við hesum grundarlagi orða eina heildarætlan fyri kt-skipan í øllum undirvísingarverkinum. Arbeiðið fór av álvara í gongd í oktober 2019. Hjalmar Hansen segði í síni framløgu, at við royndum við líknandi verkætlanum í huga hevur verið roynt at fingið fólk úr øllum undirvísingarverkinum við í arbeiðið. Arbeiðsbólkar, verkstovur og størri seminar hava verið hildin við umboðum fyri skúlaleiðslur, skúlafyrisiting, lærarum og øðrum.

- Ein long røð av myndugleikum hava tikið lut, og royndir úr útlondum eru savnaðar. Sum nakað nýtt so tíðliga í slíkum tilgongdum hava umboð fyri kt-vinnuna eisini tikið lut og givið íblástur og innlit í teirra royndir við størri menningarætlanum.
Fyri fleiri av okkum í undirvísingarverkinum hevur leingi verið greitt, at summar av kt-skipanunum, vit brúka, eru ikki haldbarar í longdini. Tað er eingin loyna, at KT-grannskoðarin, Landsgrannskoðanin og Dátueftirlitið eru sera kritisk bæði mótvegis okkara kt-skipanum og teimum mannagongdum, sum eru knýttar at teimum. Hetta mugu vit taka í álvara. Vit taka eisini í álvara, at undirstøðukervið, tvs netskipanir, servarar og internetsamband okkara ikki eru nóg væl tryggjað. Nú skipa vit ein kt-felagsskap fyri alt undirvísingarverkið. KT-felagsskapurin skal verja okkum ímóti trygdarhóttanum uttanífrá og styrkja bæði tað fysiska og virtuella kt-umhvørvið í skúlunum. Ikki bara hóttanir hava borið hetta arbeiðið fram á mál. Eisini visiónin um at fáa ein enn betri skúla, ið ikki byggir á, at vit gita, men at vit kunnu vita, hevur borið arbeiðið. At vit fáa til vega vitan, ið styrkir avgerðargrundarlagið hjá teimum, ið á ymiskum økjum varða av skúlunum, hevur verið avgerandi. Annað beinið í heildarætlanini er at styrkja Skúlanet. Skúlanet er ein KT-felagsskapur millum tann einstaka skúlan, kommunurnar, Undirvísingarstýrið, Nám og KT Landsins. Skúlanet er vælskipað og trygt KT-undirstøðukervi, sum verður viðlíkahildið, ment og eftiransað. Tænasturnar verða mentar og lagaðar til serstaka tørvin í fólkaskúlanum, miðnámi og hægri útbúgvingum. Stórur partur av uppgávunum verður útveittur til føroysku KT-vinnuna. Hitt beinið í heildaætlanini er at menna eina felags lestrarfyrisitingarliga KT-skipan fyri alt skúlaverkið. Vit hava gjørt nágreiniligar kanningar av føroyskum og útlendskum skipanum. Niðurstøðan er, at besta úrslitið fæst við at menna eina nýggja føroyska skipan frá grundini. Bygt verður á tær royndir, vit longu hava frá Kervinum í fólkaskúlanum, Tímaglasinum á miðnámi og Próvbókini á Setrinum. Vit menna sostatt eina og somu skipan til fólkaskúla, miðnám og hægri útbúgvingar, og vit gera hetta saman við føroyskum KT-fyritøkum. Ein týðandi fyritreyt fyri at vit skjótt og lutfalsliga bíliga kunnu menna eina felags skipan og seta hesa í verk innan 2-3 ár er Talgildu Føroyar. Vit fara at gagnnýta førleikar og undirstøðukervið, sum har er ment í einum heilum almennum geira. Við eini felags KT-skipan og einum tryggum og dagførdum undirstøðukervi fáa vit haldbarar loysnir, ið lúka nútíðar og framtíðar krøv fyri næmingar, foreldur, lærarar og myndugleikar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.