Tíðindi

Samstarv um vitan og tilfar

Fleiri lærarar eru helst rættiliga einsamallir í sínum arbeiði í fólkaskúlanum. Vantandi samstarv kann ganga út yvir arbeiðshugin og dygdina, og vit mugu tí tora at samstarva nógv meira. Carl Eli N. Samuelsen, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

05.12.2017

Flestu lærarar eru hjálpsamir og geva gleðiliga ráð og tilfar til lærarar, sum biðja um hjálp og íblástur. Tú merkir, hvussu glaðir starvsfelagir verða, um bert tú gevur eitt sindur av fakligum royndum og tilfari til teirra. 

Í tøkniligu,- ídnaðarligu- og eitt nú ferðavinnuni verður greitt tosað um, hvussu neyðugt samstarv um vitan, ella vitanardeiling, er. Ja, allur heimurin tosar um neyðugt og skipað samstarv millum javnbjóðis partar.

Meira fokus á netverk og vitanardeiling

Onkursvegna hevur hetta skipaða samstarvið sum heild ikki vunnið frama í føroyska fólkaskúlanum. Gaman í hava vit toymisarbeiði í flokkum, árgangum og deildum, men vit eiga at hugsavna okkum nógv meira um vælskipað lærugreinatoymi.

Tað vísir seg, at hini fyrrnevndu toymisarbeiðini mangan eru bundin at praktiskum samarbeiði (sum sjálvandi eisini krevst), og tengt at evnis- ella verkætlanararbeiði. Nógv kann tó nú samskipast og samskiftast uttan at skula fundast andlit til andlits. Og sostatt kunnu hesir tímar heldur brúkast til veruligt fakligt samstarv, ið er til gagns fyri allar lærarar. Næmingar fáa ivaleyst eisini eina meira dygdargóða undirvísing.

Tann “einsamalli” lærarin, sum kanska júst er byrjaður sum lærari, fær á hendan hátt fakligan íblástur og kann eftir loknar undirvísingargongdir eftirmeta og leggja framtíðarætlanir saman við hinum í lærugreinatoyminum.

Avbjóðingin hjá leiðslum verður at helst sannføra og eggja teir meira royndu lærararnar, at hetta ítøkiliga lærugreinasamstarvið er gagnligt fyri bæði teir sjálvar og næmingarnar.

Í nýggja KT-rákinum er tað hent hjá eldri lærarum at fáa íblástur til, hvussu eitt nú tøknin kann nýtast og hvørjir nýggir tankar eru frammi í undirvísingarhøpi.

Talgildi pallurin til sín rætt

Viðvíkjandi vitanardeiling er nýggi talgildi pallur okkara, office365, upplagdur miðil at leggja ætlanir fyri lærugreinatoymi, samstundis sum til ber at leggja út tilfar og bólka tilfarið í evnum og aldri o.s.fr. Hetta kann hóskandi gerast í “teams”, sum hoyrir til pakkan.

Umráðandi er, at allir lærarar á sínum skúla eisini sleppa framat tilfari í øðrum lærugreinatoymum. Tað elvir til ein opnan skúla og betri møguleikar fyri hvønn einstakan lærara í nútíðini, men sanniliga eisini í komandi árum, tí tú ert helst ikki í sama lærugreinatoymi hvørt ár, og tískil fært tú brúk fyri øllum góðum ráðum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.