Tíðindi

Samstarv um 10. flokkar í Vágum

Næsta skúlaár, 2017/18, verður breytarsamstarvið millum Sørvágs skúla og Skúlan á Giljanesi í Vágum víðkað til eisini at fevna um tey vanligu fakini sum t.d. føroyskt, enskt og støddfrøði

01.06.2017

Hetta samstarv ber samstundis í sær, at 10. floks næmingarnir í Vágum eru altíð samlaðir tríggjar dagar í Sørvági og tveir dagar á Giljanesi.

Haraftrat flytur framhaldsdeildin í Sørvági í ta umbygdu og nýumvældu niðaru lon í skúlanum. Tað vil siga, at teir stóru næmingarnir í Sørvági fáa sína egnu lon.

Nýggi borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen, er fegin um at kunngera, at niðara lon í Sørvágs skúla er liðug at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í august. Skúlan kennir hon líka væl sum sítt egna heim, tí hon var sjálv lærari við einstøkum sliti frá 1986 til í ár, 2017, nú hon varð borgarstjóri.

Smápartafelagið Støðla á Argjum ger arbeiðið at umbyggja niðaru lon í skúlanum, og reisigildið var herfyri. Í kommunalum høpi var hetta eitt tiltak fyri kommunustýrislimir og arbeiðsfólk.

Niðara lon er tann parturin av skúlanum í Sørvági, tey rópa Nýggi skúli. Í 1989 varð hann bygdur sum partur av verandi gamla skúla.

Borgarstjórin sigur, at tey hava sjálvandi verið glað fyri Nýggja skúla, men niðara lon hevur tænt fyri seg Har var smíðstova, evnafrøðistova, køkur, altso serhøli, og tann størra fimleikarhøllin varð eisini gjørd tá. Tí eru tey farin undir eina umvæling, sum í roynd og veru er ein umbygging, tí at nú fáa tey eina eykastovu niðriundir, ið verður brúkt sum serstova hjá næmingum við serligum tørvi.

Í erva verður eisini gjørd ein eykastova. Annars verða stovurnar, ið eru har, nógv rúmligari og størri.

- Vit gleða okkum til eftir summarferiuna, og tað verður soleiðis, at tvær av stovunum verða samanbundnar upp á ein ella annan máta. Har verður hurð ímillum, so tær kunnu gerast til eina størri stovu, sigur Aimé Jacobsen.

Tey eru fegin um, at skúlin fær eina stóra stovu eitt nú til tær ymisku royndirnar, bæði landsroyndir og fráfaringarroyndir. Fyrimunurin við at gera tvær stovur til eina stóra stovu er, at nú er ikki longur neyðugt at taka fimleikarhøllina fleiri ferðir um árið eina heila viku í senn.

Næmingatalið í Sørvágs skúla hevur verið nokkso støðugt hesi seinastu árini, millum 170 og 180 næmingar. Tað hevur verið støðugt síðan 2005, tá ið tað bara var 138. Í Sørvágs skúla eru um 17 lærarar.

Skúlin verður javnan dagførdur. Tann ovari parturin varð umvældur og umbygdur fyri nøkrum árum síðan, og tann gamla fimleikarhøllin varð gjørd til bókasavn. Framman fyri tað er Marghøllin gjørd, og hon verður brúkt í skúlatíð, t.d. morgunsang, og uttanfyri skúlatíð. Marghøllin verður boðin út til ymisk tiltøk í bygdini.

Myndin:

Nýggi borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen, er fegin um at kunngera, at niðara lon í Sørvágs skúla er liðug at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í august

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.