Tíðindi

Samstarv um 10. flokk besta loysnin

Skúlastjórarnir á Tvøroyri og í Vági eru samdir um, at samanlegging av 10. flokkum í Suðuroynni er ikki ein gongd leið; teir mæla heldur til at styrkja samstarvið, sum er frammanundan.

07.02.2019

Mentamálaráðið hevur latið gera eitt álit, Tilmæli um skúlabygnað og læriumstøður, og eitt lógaruppskot er á veg í løgtingið, ið hevur broytingar í fólkaskúlalógini á skránni. Viðvíkjandi 10. flokkum verður mælt til nøkur landafrøðilig samstarvsøki, so flokkarnir hava ávísa stødd. Sagt verður í lógaruppskotinum, at 15 er hóskandi næmingatal. Ein grundgeving er, at soleiðis er lættari at tryggja, at næmingar fáa nóg nógv tilboð at velja í.

Hinvegin eru tað tey, sum meta hetta sum eitt slag av tvungnari samanlegging, har øki mugu leggja saman, fyri at koma upp á kravt næmingatal. Eisini Føroya Lærarafelag tykist halda lítið um minstamarkið. Í hoyringsskrivi sigur felagið millum annað:

Í lógaruppskotinum verður sagt, at “Í minsta lagi 15 næmingar skulu verða innskrivaðir, áðrenn 10. floks skúlasamstarv verður skipað.” Verður uppskotið samtykt í hesum líki, so missa fleiri skúlar 10. flokk. Lærarafelagið skjýtur upp í staðin, at minstamarkið eigur at verða strikað.

Samdir um samstarv

Eitt øki í landinum, sum er serstakt, og kann koma at kenna avleiðingarnar av minstamarkinum, er Suðuroyggin. Men skúlastjórarnir á stóru skúlunum í oynni, skúlum við 10. lfokki, meta ikki, at ein samanlegging er ein gongd leið. Skúlastjórarnir í Vági og á Tvøroyri mæla til samstarv og vilja menna samstarvið, ið longu er um 10. flokkarnar frammanundan.

- Talið er nakað minni júst í ár, men seinastu tvey skúlaárini hava tað verið um 40 næmingar tilsamans í 10. flokki, og hevur hetta verið javnt býtt millum skúlarnar á Tvøroyri og í Vági. Mælt verður til samstarv um 10. flokkar, so at eindirnar verða um 100-200 næmingar. Orsakað av fjarstøðuni til aðrar skúlar er eyðsýnt, at í Suðuroynni ber illa til at samstarva við onnur øki. Hetta í sjálvum sær talar fyri, at skulu næmingarnir í Suðuroynni hava javnbjóðis tilboð, sum næmingarnir í restini av landinum, skal ein gerast ein serskipan, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs Skúla.

- Vit hava í fleiri ár havt eitt sera gott samstarv millum skúlarnar. Eitt samstarv, sum í ár viðførir, at allir næmingarnar í 10. flokki eru á Tvøroyri til breytt mikudag og í Vági til breyt fríggjadag. Mítt besta boð uppá ein framtíðar 10. flokk í Suðuroynni er ikki at leggja 10. flokkarnar saman í ein skúla, men at byggja út verandi samstarv. Á Tvøroyrar Skúla hava tey í nógv ár bjóðað fram nakrar góðar breytir, og hava harvið bygt nakrar førleikar upp innan hesi øki. Líkasum vit í Vágs Skúla hava bjóðað fram nakrar góðar breytir og bygt førleikar upp innan hesar breytir, sigur John Henrik Holm.

- Í stuttum snýr tað seg bara um at fáa neyðugu játtanina til at geva næmingunum fleiri valmøguleikar og breytatilboð. Tað snýr seg eisini um játtan, tá man ynskir at skapa eitt serligt tilboð fyri okkara næmingar, sum ikki eru so væl fyri fakliga, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vági.

Eisini skúlastjórin í Tvøroyar Skúla er heitari fyri samstarvi, heldur enn samanlegging.

- Mín hugsan er, at verður 10. flokkur til dømis lagdur í Vágs Skúla, so verða tað fleiri næmingar, sum velja ikki at fara í 10. flokk á Tvøroyri og í Hvalba. Av teirru einfaldu orsøk, at tey skulu í buss hvønn dag. Tað sama er galdandi hinvegin, sigur Finn Thomsen, skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla.

- Okkara aðalmál má verða at fáa so nógvar næmingar, sum til ber at fara í 10. flokk. Hetta gera vit best við at samstarva um 10. Flokk, og tað kunnu verða til dømis 2 dagar í Vági við teimum tilboðum, sum har eru, og 2 dagar á Tvøroyri við teimum tilboðum, sum har eru, og kanska ein dag í Hvalba eisini við einum nýggjum spennandi valmøguleika, sigur Finn Thomsen.

- Vit hava seinastu mongu árini víst í verki, at vit duga sera væl at samstarva á skúlaøkinum í Suðuroynni. Hetta sæst millum annað aftur í sera vælvirkandi samstarvi okkara um sertilboðið í oynni. So vegurin fram er samstarv, sigur Finn Thomsen, skúlastjóri á Tvøroyri.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.