Tíðindi/Greinar

29.10.2019

Samskifti og at hittast hevur týdning

Í hesari vikuni verða øll 31 álitisfólk okkara savnað til ein arbeiðsdag saman. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Tað hevur týdning fyri okkum øll í lærara- og leiðsluyrkinum at hava eina góða álitisfólkaskipan og eitt álitisfólk, ið kunnar lærarar og leiðslur um tiltøk, átøk og annað, ið hevur við okkara starv at gera.

Umframt hesa uppgávu kann eitt álitisfólk eisini verða hent fyri bæði lærarar og leiðslur, tá ið ivamál eru viðvíkjandi virksemisætlanini, rættindum, tryggingarviðurskiftum o.t.

Tá tvístøður eru á arbeiðsplássinum, er tað eisini mangan komið fyri, at álitisisfólk verða biðin at vera hjásitarar, soleiðis at tað verður tryggjað, at alt gongur rætt fyri seg og, at starvsfólk kenna seg tryggari.

Tvær ferðir árliga eru nevndin og álitisifólkini saman, har vit fara í dýpdina í ymiskum viðurskiftum, ið vónandi geva okkara álitisfólkum eina betri vitan um viðkomandi evni.

Evnini á álitisfólkadegnum 31. oktobur

Saman við nevndini, løgfrøðingi og gestum er ætlanin at styrkja okkara felagsbond- og felagsuppgávu, og vónandi verða øll okkara álitisfólk enn betur ílatin til teira virksemi.

Evni, ið vit fara at viðgera, verða:

Vegleiðingin, Hóttanir og harðskapur móti lærarum
Sálarligt, sunt arbeiðsumhvørvi
Almennur setanarpolitikkur og setanartilgongdir
Virksemisætlanin
Komandi sáttmálasamráðingar.

Vegleiðingin, Hóttanir og harðskapur móti lærarum, er nærum endalig dagførd. Hon hevur verið til hoyringar hjá álitisfólkum, og Undirvísingarstýrið hevur fingið møguleikan at gera viðmerkingar, um neyðugt. Eisini er Skúlaleiðarafelagið ein sjálvssagdur partur í tilgongdini.

Arbeiðseftirlitið saknar fráboðanir

Viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi verða at kalla eingir sálarligir arbeiðsskaðar á skúlum meldaðir til Arbeiðseftirlitið. Arbeiðsskaðar eru ikki bert kropsligir, men eiga eisini at verða boðaðir frá, um talan er um sálarligan harðskap, sum lærarar merkja á sínum arbeiðsplássi. Dømi um tað eru ágangur frá foreldrum, næmingi ella starvsfólki, ið hevur viðført, at ein lærari verður sjúkrameldaður.

Arbeiðseftirlitið ynskir, at sjúkrameldingar, ið eru íkomnar av sálarligum ágangi og hóttanum, verða meldaðar til teirra sum arbeiðsskaði.

Umráðandi er eisini, at setanartilgongdin er farin rætt fram á øllum skúlum. Okkara álitisfólk verða kunnað um, hvussu hetta eigur at skipast, og tey fara eisini at práta saman um hetta.

Virksemisætlanin í smálutum

Álitisfólkini fara at arbeiða við virksemisætlanini og eitt nú samanbera í bólkum virksemisætlanir og hyggja at ávísum teigum. Eitt nú ynskja vit at hyggja at, hvussu ráðlegging, ansing í døgurðasteðgi, døgurði, glopp í tímatalvuni, bundin á skúlanum ein dag um vikuna og foreldrasamstarv (tímar), verður lutað út á ymisku skúlunum.

Tað tykist sum um, at ráðleggingartíðin sum heild er minkað á skúlum kring landið, og harvið undirvísa lærarar meira.

Óheppið er, at landsins myndugleikar ikki geva leiðslum størri rásarúm til at skipa skúlan, sum flestu leiðslur vilja; nevniliga meira samstarv og tíð at hugsavna seg í toymum, lærugreinatoymum og harvið fáa hóskandi umstøður at fyrireika sína undirvísing á bestan hátt.

Viðvíkjandi sáttmálasamráðingunum, so er fyrsti fundurin við lønardeildina avtalur at verða hesa vikuna, har krøv verða handað, og næstu fundardagar í komandi vikum verða avtalaðir.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan