Tíðindi

Samráðingarnar byrjaðar

Fyrsti samráðingarfundurin var mikudagin

1. november 2019

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið hava sett hol á samráðingarnar um nýggjan sáttmála.

Partarnir hittust hjá til Føroya Lærarafelag mikudagin 30. oktober at handa krøv og avtala fundarrøð. Fundir eru ásettir at verða 14. oktober, 21. oktober og 5. desember.

 

Felagið hevur sagt hesar avtalurnar upp: sáttmálan, høvuðsavtaluna, arbeiðstíðaravtaluna og flokkingaravtaluna.

 

Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið gekk út 1. oktober í ár. Hvussu langt sáttmálaskeiðið verður, verður avrátt undir samráðingunum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.