Tíðindi

Samhugaverkfallið mánadagin avblást

24 tíma samhugaverkfallið, sum 21 fakfeløg, teirra millum Føroya Lærarafelag, hevði boðað frá mánadagin 15. januar, er avlýst, nú Føroya Pedagogfelag hevur gjørt semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

14.01.2018

Samhugaverkfallið hjá Føroya Lærarafelag við Pedagogfelagið skuldi vera frá mánadegi 15. januar kl. 7.00 til týsdagin 16. januar kl. 7.00.

Stríðsstigið er nú avlýst, eftir at sáttmálapartarnir komu ásamt um eina semju sunnunáttina.

Samstundis sum Føroya Lærarafelag hevur avlýst samhugaverkfallið fyri sínar limir, hava hini 20 feløgini, sum eisini vóru við í samhugatiltakinum, á sama hátt avlýst síni samhugaverkføll.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.