Leys størv

Søkt verður eftir lærarum til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2019/2020

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2019:

2 føst lærarastørv
2 tíðaravmarkað lærarastørv skúlaárið 2019/2020, vegna niðursetta tíð og forskúlan
1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna avlopstímar við setanarbroti 0,3. Endaligt tímatal verður ásett av næmingatalinum 1. septembur

Søkt verður eftir lærarum, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

Vit vænta, at tú

ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
ert stundislig/ur og nærlagd/ur
ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
vilt vera við til at menna eftirmetingar
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan

Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum:        smíð, enskum, náttúrulærugreinum, føroyskum, støddfrøði, kt, tónleiki og ítrótti/svimjing.

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í innskúling og miðdeild.

Førleikakrøv

Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
Royndir í føroyska fólkaskúlanum
Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini

Lønar- og setanartreytir:

Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Tey, sum verða sett, mugu tola at skula arbeiða bæði í skúlanum í Leirvík og skúlanum í Gøtu.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 23. juni 2019 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 234 næmingar, 24 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.