Tíðindi

Sáttmálin skal virðast

Í nýggja sáttmálanum stendur m.a., at land og kommunur skulu fáa greiðu á gjalds- og valdsbýtinum á KT-økinum áðrenn 01.01.2019. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

6. juli 2018

Nú umleið eitt hálvt er liðið síðan, at sáttmálin varð undirskrivaður, tykist tað tíverri soleiðis statt, at KT-økið framvegis liggur at kalla í ongamannalandi.

Orsøkin til mína undran er, at ein greið semja varð gjørd um at finna eina framtíðarloysn á øllum KT-økinum í fólkaskúlanum, har land og kommunur skuldu endaligt finna eitt gjalds- og valdsbýti. Mentamálaráðið átók sær at savna leiðandi persónar og feløg, sum skuldu verða við at finna eina semju.

Tíð er framvegis til at loysa hendan knútin, men eyðsæð er, at kommunur eru neyvan lættar at dansa við, nú landið hevur lagt fleiri øki út til kommunur, og vit hoyra javnan um trupulleikar og ósemjur millum land og kommunu.

Men sáttmáli okkara við hægstu myndugleikar skal virðast, og vit eru spent og til reiðar at veita hjálpandi hendur at finna eina semju, sum er til gagns fyri fólkaskúlan og KT-vørðirnar.

Tað er og verður eitt nú umráðandi at fáa sligið fast, hvørji tól skulu definerast sum KT-tól, og hvørjar uppgávur KT-vørðurin á hvørjum einstøkum skúla ella øki skal hava.

 

Lærandi, praktiski og dugnaligi KT-vørðurin 

Ein fimtipartur av arbeiðstíðini hjá KT-vørðinum eigur at verða skrásettir sum undirvísingartímar, sum er ætlaður bæði lærarum og næmingum. Í okkara skiftistíð frá First Class til Office 365 og yvirgongdini til Wiseflow, hevur tað verið alneyðugt at fingið ráðgeving og skeið í hesum skipanum og forritum. Og so mugu vit ikki gloyma Vitanet, sum serliga skúlar í høvuðsstaðnum brúka.

Alt hetta hava dugnaligir KT-vørðir undirvíst lærarum í seinasta árið, samstundis sum teir skulu fyrireika royndir og próvtøkur og hava tað dagliga virksemið við teldum, uppvørpum, samvirknum talvum og á mongum øðrum viðurskiftum.

KT-vørðir á serliga stórum skúlum, men eisini á øðrum skúlum, sum hava brúkt nógv orku í at menna sítt KT-kervið, hava trupult við at fáa arbeiðstíðina at hanga saman, og hetta er als ikki ein støða, sum vit sum fakfelag kunnu góðtaka. 

Eitt er so heilt víst, og tað er, at KT-vørðir fólkaskúlans eru bíligasta arbeiðsmegin, sum landið kann ynskja sær. Ímyndið tykkum, hvat tað hevði kostað hvørja ferð, at ein skúli mátti ringja til serkøn fólk útifrá, tá ið KT-trupulleikar vóru. Ikki bert hevði tað kostað nógv, men bíðitíðin hevði verið øgilig, og tað ber jú ikki til í okkara undirvísingarheimi.

Tað má verða ein skilagóð skilmarking, har KT-vørðurin tekur sær av tí dagliga og talgiltu námsfrøðini – og fær neyðugur tímarnar til tað – meðan fólk úti frá kundu tikið sær av servarum, interneti, størri KT-skipanum o.ø.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.