Tíðindi

Royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi eftirmett næsta vár

Tá verður samstundis støða tikin til, um henda skipanin skal halda fram og setast í verk í øðrum skúlum og ikki minst, hvør samskipan skal verða millum skúlasálarfrøðing og sernámsfrøðiligu tænasturnar hjá Sernámi.

22.05.2023

Hetta fæst í svarinum frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, til skrivligan fyrispurning um sálarfrøðing í fólkaskúlanum. Løgtingskvinnan spurdi, um hvussu royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík roynist, og um nøkur ítøkilig ætlan er um at royna hesa royndarverkætlan á øðrum skúlum t.d. í Suðuroynni.

Landsstýrismaðurin sigur, at royndarverkætlanin á Skúlatrøð verður endaliga eftirmett næsta vár.

- Skipanin er, at tað skal vera løtt og skjót atgongd hjá  næmingum at koma til samtalu hjá sálarfrøðingi, soleiðis at til ber at seta inn tíðliga og hjálpa næmingum, sum ikki eru fevndir av øðrum skipanum sum t.d. Sernámi,   Barnaverndartænastuni ella   Barna-og   ungdómspsykiatriini   (psykiatriska deplinum), men sum sjónliga stríðast við avbjóðingar, sum kunnu økjast og ávirka teirra lívsgóðsku. Higartil hava uml. 70 ymiskir næmingar nýtt skipanina við skúlasálarfrøðingi. Næmingarnir hava t.d. havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, verið merkt av hjúnaskilnaði og upplivað skakandi hendingar. Tað eru serliga eldru næmingarnir í skúlanum, sum hava nýtt skipanina. Starvsfólk ella foreldur gera sum oftast vart við tørvin, sum síðani verður tikin upp í einari visitatiónsnevnd, sum umrøður støðuna hjáeinstaka næminginum. Tað eru eisini tey ungu sjálvi, sum siga frá hjá teimum vaksnu, at tey antin hava tað trupult ella ynskja samrøðu við skúlasálarfrøðingin.

Tað ber til at lesa alt svarið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10415


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.