Tíðindi

Royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi eigur at verða útbygd

Tað er eingin ivi um, at átakið, sum Skúlatrøð er farið undir saman við Klaksvíkar kommunu, er gott, neyðugt og átrokandi. Men verkætlanin kundi verið uppaftur betri, um fleiri skúlar gjørdu sær somu royndir samstundis, og um allar skipanirnar, sum frammanundan eru um børn í skúlanum, vóru við. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

04-05-2022

Royndarverkætlanin á Skúlatrøð við skúlasálarfrøðingi er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um verkætlanina. Hann heldur tó, at skal skúlaverkið gera munagóðar royndir við sálarfrøðingi í fólkaskúlanum, so mugu skipanirnar, sum frammanundan eru um børn í skúlanum, mennast og arbeiða saman, umframt at royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi á Skúlatrøð verður meiri ambitiøs. Jacob Eli S. Olsen heldur, at vit høvdu fingið meira burtur úr eini royndarverkætlan sum hesari, um tað vóru fleiri við í royndunum.

- Tað er eingin ivi um, at átakið, sum Skúlatrøð er farið undir saman við Klaksvíkar kommunu, er gott, neyðugt og átrokandi. Men verkætlanin kundi verið uppaftur betri, um fleiri skúlar gjørdu sær somu royndir samstundis, og um allar skipanirnar, sum frammanundan eru um børn í skúlanum, vóru við. Eg kenni ikki royndarverkætlanina hjá Skúlatrøð til fulnar, men eg havi skilt, at Sernám og Barna- og ungdómspsykiatriin ikki eru við. Eftir mínum tykki áttu fleiri skúlar, kanska ymiskir í stødd, at verið við í royndarverkætlanini. Royndirnar hjá hvørjum einstøkum skúla kundu síðan verið savnaðar inn, viðgjørdar og eftirmettar, og so høvdu vit havt eitt úrslit og eina niðurstøðu, sum kundu verið grundarlag undir eini skipan, sum kundi verið sett í verk nógvastaðni. Tað er ov lítið, at bara ein skúli ger sær nakrar royndir. Vit eiga at tora at hugsa størri. Míni ráð til myndugleikarnar eru tí, at royndarverkætlanin á Skúlatrøð eigur at vaksa og verða útbygd. Tað er eingin ivi um, at tørvurin á sálarhjálp í skúlanum er vaksin, og børnini og tey ungu, sum hava ilt í sálini, gerast yngri og yngri. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri teimum og øllum tí, tey stríðast við. Avleiðingarnar av einki at gera við støðuna nú kunnu vera stórar, tí tílíkir trupulleikar hvørva ikki, um vit blunda eina løtu.

Støðan í fólkaskúlanum er tann, vísir Jacob Eli S. Olsen á, at tað eru fleiri næmingar, sum ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar; hetta eru næmingar, sum hava sálarligar trupulleikar ella avbjóðingar, sum kunnu vera nýliga íkomnir, men sum eru álvarsamir.

- Tað er veruliga ein avbjóðing í fólkaskúlanum, at hvørki flokslærari, lærarar, leiðsla, førleikastova ella heilsufrøðingur røkka næmingum, sum stríðast sálarliga. Okkum manglar arbeiðstíð, og okkum manglar førleikan, sum sálarfrøðingurin hevur at hjálpa næmingum. Lærarar hjálpa, so langt teirra førleiki røkkur, og so væl teir kunnu, men teir eiga ikki at fara í holt við slíkt, har teirra fakleiki og førleiki teirra ikki røkkur. Heilsufrøðingurin er eisini ein góður viðleikari, men tað eru støður, har ein sálarfrøðingur í skúlanum hevði verið rætta hjálpin.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.