Tíðindi

Ringasta tú kanst gera, er einki at gera

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hevur SSP-lærarin skrivstovu saman við AKT-lærara og skúlavegleiðara. Ein fyrimunur við felags skrivstovu er sjálvsagt, at starvsfólkini knýta bond, men eisini at tað ber til at samskifta um mál, ið onkursvegna ganga aftur hjá bæði SSP og AKT, har tað kann vera torført at skilja sundur, hvør “eigur” uppgávuna.

08.01.2024

Í Skúlanum við Løgmannabreyt er Drós Sveinsdóttir SSP-lærari. Drós legði fram á seinasta grundskeiðinum, ið SSP-samstarvið skipaði. Har var m.a. støða lýst, ið legði dent á, hvussu breitt virkisøkið er, og hvussu nógvir ymiskir áhugabólkar eru, ið hava við trivnað og fyribyrging at gera. Júst grundskeiðið er gott høvi hjá nýggjum SSP-lærarum at nema sær kunnleika til starvsøkið og at knýta bond við onnur innan sama virkisøki.

Drós greiðir frá:

- Í øllum mínum yrki er týdningarmikið at vera sjónlig. Tí leggi eg stóran dent á at greiða frá starvinum, bæði á námsfrøðiligum fundi, foreldrafundum og serliga í samskifti við næmingarnar. At skapa positiva relatión til næmingarnar merkir millum annað, at eg vísi áhuga í tí, tey takast við – eisini í fríkorterum og eftir skúlatíð. Hetta hevur við sær, at eg eisini fylgi upp, í friðartíð, at vita, um málið er væl avgreitt, og at tey, ið vórðu ávirkað, hava góða kenslu eftir avgreidda arbeiðið.

Positiva relatiónin til bæði næmingar og foreldur hevur eisini við sær, at støður eftir skúlatíð í størri mun kunnu verða loftaðar. Støður, ið mest sannlíkt – á onkran hátt – koma inn um skúlans gátt. Á foreldrafundum ber til at leggja upp til dialog um ávís evni, sum t.d. telefonpolitikk, atferðarreglur og rúsfríar veitslur. Hesin dialogur kann eisini vera við til, at næmingur skilur samstarvið millum skúla og heim og kennir seg tryggan at møta aftur í skúla, eftir at mál eru loyst.

Leiðslan í Skúlanum við Løgmannabreyt stuðlar SSP-arbeiðinum. Kenslan er, at leiðslan hevur álit á SSP-læraranum og teimum tiltøkum, ið verða skipað. Hetta hevur sjálvsagt eisini positiva ávirkan á samstarvið í starvsfólkahópinum, og hvørja undirtøku ymsu tiltøkini og undirvísingargongdirnar í SSP-høpi fáa. At leiðslan stuðlar SSP-arbeiðinum og næmingatrivnaði sæst eisini aftur í, at árligir fundir eru við førleikastovu, SSP-lærara og heilsurøktarfrøðing. Við góðum starvsfólkasamstarvi ber eisini til at knýta SSP-uppgávur til námsætlanir, soleiðis at spurningurin um rúsdrekka kann verða tikin fram t.d. í undirvísingini í samfelagsfrøði, bæði sum vanlig undirvísingargongd og í sambandi við SSP-arbeiðið. Ein annar góður møguleiki at taka SSP-økið inn, er t.d. “Ferðast á netinum”, “Ábyrgdarringar” ella okkurt aktuelt mál, tá ið vikartímar eru á skránni.

Drós leggur aftrat, at tað somuleiðis hevur alstóran týdning, at SSP-ráðgevingin er tøk at samskifta og ráðgeva, tá ið ymsar avbjóðingar eru, eins væl og tað stuðlar undir ársætlanina, at lagt er til rættis, hvørji tiltøk eru ætlað í skúlaárinum, og hvør orka er at møta í ymsu skúlunum. At SSP-samstarvið somuleiðis fevnir um SSP-politist er góð hjálp og gevur vitan, bæði um fyribyrging og tá ið farið er um mark.

Í SSP-starvinum er gott, at samstarvið m.a. leggur upp til, at fundur er hvønn mánað at umrøða støðurnar í ymsu skúlunum, eisini tí at hendingar mest sannlíkt síggjast aftur í grannaskúlum. Tí er eisini ynskiligt, at leiðslurnar í Tórshavnar kommunu samskifta um felags reglur til tiltøk, so sum bálið í Sandagerði. Á tann hátt verður tað lættari at standa saman um rúsdrekkafríar endaveitslur og betri skipað tiltøk.

Bæði til íblástur og til samstarv er gott hugskot at vera við á ársfundinum í Danmark, ið eisini gevur innlit í rák, ið mest sannlíkt koma til Føroya. Ársfundurin er sera viðkomandi og gevandi fyri øll, sum fáast við SSP-arbeiði, har viðkomandi vitan, íblástur og verkstovur eru á skránni.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2023, sum kom í desembur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.