Tíðindi

Ringa samvitskan hjálpir ongum

Næmingar, sum onkursvegna hava tað trupult í skúlanum, fylla nógv í gerandisdegum, hetta kemur afturat uppgávuni at hava góða undirvísing, sum er hornasteinurin í yrkinum. Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag, skrivar

30.11.2020

Í 2015 kom bókin “Drop ambitionerne – og lav bedre undervisning” út; hetta er ein bók eftir Per Fibæk Laursen, professara í námsfrøði á Universitetinum í Aarhus. Ein setningur í bókini er: “Lærere, drop den dårlige samvittighed!” Hetta eru eins góð ráð til læraran í dag, og tey vóru í 2015. Lærarin hevur nógv at taka støðu til hvønn tann einasta dag; eg vil enntá siga, at hann hevur meiri at taka støðu til og fyrihalda seg til í dag enn í 2015.

Beint nú hoyra vit nógv um tey ungu, sum hava tað trupult, tey, sum onkursvegna hava ilt í sálini. Formaðurin í felganum hevur júst tosað um hetta á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, so at tað fari eg ikki longur inní, annað enn at ráða tykkum til at lesa tað, ið har stendur. http://www.skulabladid.fo/stórur-tørvur-á-sálarfrøðingum-%C3%AD-fólkaskúlanum

Næmingar, sum onkursvegna hava tað trupult í skúlanum, fylla nógv í gerandisdegum, hetta kemur afturat uppgávuni at hava góða undirvísing, sum er hornasteinurin í yrkinum. Mangan hava lærarar ringa samvitsku, ella kalla tað hvat tú vilt, um ikki at røkka málunum, sum hann setti sær. Tað er nógv, ið skal náast hvønn einasta dag, og til tíðir er ringt at náa kjarnumálunum. Tað er altíð nógv, ið hevur hug at troka seg inn á gerandisdagin og kjarnuuppgávuna hjá skúlanum. Her hugsi eg t.d. tey krøv, ið politikarar, stovnar, fyritøkur og foreldur seta. Øll sýnast tey at vita, hvat skúlin skal, uttan at hava fakkunnleikan aftan fyri seg. Lærarin skal hugsavna seg um góða undirvísing, sum, sambært Per F. Laursen, er, at tað er ein positivur dámur í stovuni, at tað er møguligt at tosa opið um tær villur, sum næmingarnir gera. Lærarin skal fara burtur frá hugsanini at gera egið tilfar allatíðina, men heldur brúka tað tilfarið, sum er skilagott. At vera stinnur til sítt handverk og læra næmingarnar handverkið. Góð undirvísing er at vera aktivur og at kunna lofta ófyrireikaðum støðum. At hava góð sambond við næmingarnar og vita hvar teir eru.

Hetta er ikki so torført at vera samdur í. Tað er bara ikki altíð so lætt. Hvussu náa vit hesum máli, tá undirvísingartímatalið hjá lærarum er so høgt, at hann illa fær møguleika at tosa við næmingarnar, uttan so, at hann “tekur” burtur av undirvísingartíðini? Tað er so at siga ongin tíð til at práta við næmingarnar, so man í friði og náðum bæði kann síggja og hoyra teir. Man er altíð á veg onkrastaðni.

Vit mugu minnast til, at tað týdningarmesta í skúlanum og undirvísingini er: “godt lærerarbejde”/góð undirvísing.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.