Tíðindi

Relatiónsførleikin grundleggjandi fyri at fremja optimala læring

Skulu vit lofta teimum, sum hava serligan tørv og serligar avbjóðingar, krevst, at vit seta inn tíðliga. Men skulu vit tað, noyðast vit eisini at hava neyðug amboð til at fáa eyga á trupulleikar hjá næmingum.

30.09.2019

Ofta verður tosað um, at næmingar eru ófriðarligir og órógva, men ofta er larmurin ikki trupulleikin, men heldur eitt eyðkenni upp á trupulleikan. Og hvussu ger man so sum lærari, tá man hevur við slíkar næmingar at gera?

Skúlablaðið hevur tosað við eina fólkaskúlalærarinnu, ið hevur havt sernámsfrøði á linju. Hon valdi sernámsfrøði á linju seinasta árið undir læraraútbúgvingini. Hvørji ráð hevur hon til læraralesandi, ið ikki hevur havt sernámsfrøði á linju, og heldur hon, at talið á serlærarum er nøktandi í mun til tørvin?

Fólkaskúlalærarinnan, ið vil vera dulnevnd, greiðir frá, at relatiónsarbeiði fylti nógv í sernámsfrøðilinjuni.

– Nógvir tankar flákraðu í høvdinum, sum til dømis, hvør er mín relatiónsførleiki sum lærari, hvønn førleika havi eg til at hava góðar relatiónir, hvussu geri eg hetta á ein skynsaman hátt og so framvegis. Á sernámsfrøðilinjuni bleiv veruliga sett orð á tað at skapa góðar relatiónir, og hvat góður relatiónsførleiki er. At vera tilvitað um mimikk, talu og útstráling, tí at næmingar eru sera tilvitaðir um, hvønn hugburð lærarin hevur mótvegis næmingum. Tey eru so móttakilig. Um tú undirvísir, og ein næmingur er spentur at fortelja okkurt, men tú skalt undirvísa, so vís honum, at tú sært, at hann vil siga nakað, og at tit koma aftur til tað, tá undirvísingin er liðug. Men so mást tú minnast til at halda orð.

Fólkaskúlalærarinnan siterar Karl Løgstrup, heimspeking og gudfrøðing, sum segði, at “tú kanst ikki hava við eitt annað menniskja at gera, uttan at tú hevur ein part av teirra lívi í tínari hond.” Tí er relatiónsførleikin grundleggjandi, tí relatión má til fyri at fremja optimala læring.

Hvussu nógv læraralesandi munnu hugsa sum henda lærarinna og velja sernámsfrøði á linju? Og hvat nú, um tey als ikki velja sernámsfrøði yvirhøvur í tey 4 árini, tey lesa til lærara?

Tekstur: Durith í Homrum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.