Tíðindi

Relatión – ein avgerandi “støða” í spjaddari leiðslu

Tað, at leiðarin hevði so stórt álit á okkum, gav mær møguleikan til at flyta meg upp á leiðarasessin í einari ávísari støðu. Miriam Thomsen, lesandi á Námsvísindadeildini, skrivar

28.02.2020

“Ein støða kann vera avgerandi fyri, hvussu menniskju interagera, og í hesum interaksjónum verður praksis til. Á hendan hátt avgera støður praksis í interaksjónum við leiðarar og fylgjarar.” (Winther og Miðskarð, 2019, s. 3). Her sipa Winther og Miðskarð til ástøðið hjá Spillane um spjadda leiðslu. Aðalreglurnar í spjaddari leiðslu líkjast nógv teimum í relatiónsleiðslu, og verður relatiónsleiðsla tískil tað, ið kemur at mynda mínar reflektiónir um, hvussu stóra ávirkan tveir leiðarar á sama arbeiðsplássi hava havt á meg, og sum ávikavist hava rokkið spjaddari leiðslu og ikki.

Hyggja vit nærri at sitatinum, við relatiónsleiðslu í huga, kunnu vit í staðin fyri “støðu” seta inn orðið “relatión”; “Ein relatión kann verða avgerandi fyri, hvussu menniskju interagera...”. Júst hetta við relatiónini síggja vit aftur í ástøðinum hjá Spillane. Hann sigur, at um spjadd leiðsla skal eydnast, skulu relatiónirnar millum leiðara og starvsfólk vera so góðar sum gjørligt, og tær útinnast best við viðurkenning/eftirsketni (Ibid., s. 6).

Tá eg byrjaði á arbeiðsplássinum, upplivdi eg, at talan var um júst tað, ið er lýst omanfyri. Leiðarin var viðurkennandi – hann lurtaði, var blíður og týður, og eg upplivdi, at hann hevði álit á okkum starvsfólkum, tí hann gav okkum ymsar uppgávur, ið ein leiðari vanliga tekur sær av. Tað var við øðrum orðum lætt at vera fylgjari undir honum, tí relatiónirnar okkara millum vóru góðar.

Miðskarð (2020) sigur, at tá talan er um spjadda leiðslu, er leiðsla ikki eina tað, ið stjórin ger, men eisini nakað, sum onnur fólk kunnu gera. Tað, at leiðarin hevði so stórt álit á okkum, gav mær møguleikan til at flyta meg upp á leiðarasessin í einari ávísari støðu. Støðan var, at vit høvdu fingið eitt nýtt tól, ið eingin dugdi at nýta, men sum eg kendi eitt sindur til. Tað manglaði ein vegleiðing, og eg átók mær uppgávuna at skriva eina. Leiðarin var sera fegin um endaliga avrikið, og eg fekk stórt herðaklapp fyri arbeiðið. Eg upplivdi tískil, at um líknandi støður komu fyri, var eg sinnað til at átaka mær uppgávurnar.

Eftir eitt tíðarskeið segði leiðarin seg úr starvi, og ein nýggjur varð settur. Eg fór frá at tíma væl at arbeiða, gera ymsar eyka uppgávur og átaka mær fleiri vaktir, til ikki at tíma tað. Hví? Tí hesin leiðarin helt, at leiðsla eina er tað, ið leiðarin ger. Tær uppgávur, ið vit áður høvdu átikið okkum, vóru ikki longur ein møguleiki – hetta skuldi leiðarin sjálvur gera! Eg upplivdi tískil ikki, at hesin leiðarin hevði fingið kunnleika og uppvant førleikar til at vera viðurkennandi. Eg upplivdi, at hann, hóast hann var ungur, var “gammeldags”. Hann søkti autoritet, sum vit vita ikki er tíðarhóskandi í nútímans samfelag. Ella tað er í øllum førum nakað, ið má uppbyggjast, og ikki nakað, ið longur er givið.

Sum áður nevnt hevði fyrri leiðarin álit á okkum. Hann var ikki bangin fyri at lata okkum tær uppgávur, ið seinni leiðarin ikki vildi lata okkum. Við øðrum orðum ber til at siga, at hann deildi maktina við okkum. Tað, at deila makt, hóskar væl til ástøðið hjá Spillane. Við tí, at tú deilir makt, fært tú spjadda leiðslu – tú ert sinnað/ur til at deila tín leiðarasess við onnur, tá tey hava serstakar førleikar og/ella vitan, og viðurkennir soleiðis tínar fylgjarar. Spurkeland (2017) sigur í hesum sambandi, at: “Vil du påvirke, må du dele makt ... Du må innrømme at alene er du hjelpeløs, men i et sterkt lag kan dere sammen flytte fjell. Det er i det relasjonelle samspillet at de beste prestasjonene blir skapt” (Spurkeland, 2017, s. 11). Við hesum sitati ber til at taka undir við Winther og Miðskarð um, at relatiónsleiðsla og spjadd leiðsla ganga hond í hond. Við egnari sannroynd vil eg siga, at so er. Talan var um eina væleydnaða, spjadda leiðslu undir fyrra leiðara, nevniliga av teirri orsøk, at relatiónirnar okkara millum vóru góðar, og av tí at hann deildi maktina við okkum fylgjarum. Viðvíkjandi seinna leiðaranum ber til at siga, at eg, eftir eitt tíðarskeið, segði meg úr starvi. Nú skuldi eg kanska farið aftur og givið honum nøkur fiff? 😉

Bókmentalisti:

Miðskarð, J. (2020). Arvurin eftir ein leiðara. KVF upptøka av fyrilestri á vísindavøkuni. https://kvf.fo/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=100312

Winther Joensen, T. H. & Miðskarð, J. (2019). Tá leiðsla er spjadd út ymsastaðni í organisatiónini. Útgivið á http://pedagogfelag.fo/. Tikið niður frá http://pedagogfelag.fo/news/ta-leidsla-er-spjadd-ut-ymsastadni-i-dagstovninum/

Spurkeland, J. (2017). Relasjonsledelse. Oslo: Universitetsforlaget.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.