Tíðindi

Raðfest umstøður til flokslæraran fyrst

Alt, sum stendur í samgonguskjalinum, er átrokandi at fremja, men mest átrokandi er alt fyri eitt at geva flokslæraranum betri umstøður. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

16.01.2023

Í samgonguskjalinum verður ymiskt nevnt, sum fer at gera umstøðurnar at vera næmingur og lærari í skúlanum betri – um tað verður framt í verki. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelag, heldur, at tað er torført at taka dagar ímillum, hvat hevur størst týdning at fremja, og hvat tað fyrsta eigur at vera, ið landsstýrismaðurin eigur at fara undir. Betri umstøður til flokslæraran hevði einsamalt gjørt stóran mun alt fyri eitt.

- At geva flokslæraranum betri umstøður er meiri umráðandi enn nakað annað. Flokslærarin má fáa meiri tíð til sítt arbeiði, soleiðis at hann kann røkka hvørjum einstøkum næmingi betur. Vit kunnu ikki ráðgeva okkum burtur úr stóra trupulleikanum, ið er átrokandi í skúlanum, at vit møta fleiri og fleiri børnum og ungum, ið eru kedd og mótfallin, tí hvat gagnar ráðgeving, tá tey, sum skulu vísa ráðini í verki, ikki hava stundir ella orku at útinna tað, sum mælt verður til.

Vilja vit hava skúlan betri fyri øll børnini, so hevur tað skund at seta næmingatalið í hvørjum einstøkum flokki niður og styrkja og bøta tvílæraraskipanina.

- Umframt betri tíð til flokslæraran fer minni flokkar og tvílæraraskipan at hava við sær, at lærararnir kunnu røkka nógv fleiri børnum samanborið við, hvussu tað er í dag. Hetta fer bæði at hjálpa næmingunum at trívast betur og læra meira.

Leiðslutíðin skal endurskoðast, stendur í samgonguskjalinum. Tað er gott, heldur formaður Føroya Lærarafelags, tí leiðslurnar hava alt ov lítla tíð til fyrisitingina, at taka sær av næmingamálum og starvsfólkarøkt. Leiðslutíðin er ikki broytt síðan stutt eftir 2000, hóast viðurskiftini í skúlanum eru broytt munandi, og uppgávurnar eru fleiri og størri.

- Skúlaleiðslan hevur alt ov lítla tíð til at gera neyðugar uppávur, og at hava beinleiðis samband við hvønn einstakan lærara, at tosa við viðkomandi um arbeiðsuppgávur og avbjóðingar av ymsum slagi, og hvussu viðkomandi kundi hugsað sær at førleikament seg. Slíkt er mennandi, men samrøður av hesum slagi taka tíð. Tað fer nógv meira tíð hjá leiðslum nú enn áður til samskifti við stovnar og krøv og ásetingar av ymiskum slagi, so at tíðin er so smábýtt. Samstarv um næmingar og við foreldur krevur meira enn áður, og alt meira skal skjalprógvast eisini.

Tað stendur ikki beinleiðis í samgonguskjalinum, at pengar fara at verða játtaðir til arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar. Arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar fór í gongd fyri eini tíð síðan og var steðgað fyribils av landsstýrismanninum, til arbeiðið at endurskoða fólkaskúlalógina er liðugt. Formaður Føroya Lærarafelags roknar við, at orsøkin til, at játtan til námsætlanararbeiðið ikki er nevnt í samgonguskjalinum, er, at hetta er hugsað inn í arbeiðið at broyta tíma- og lærugreinabýtið.

- At endurskoða námsætlanirnar er stórarbeiði, tí at grundtankarnir í øllum lærugreinunum skulu hanga saman, og so mugu miðnám og yrkisnám eisini tillagast eftir fólkaskúlanum. Tá ið tillagingar fara at verða gjørdar í tíma- og lærugreinabýtinum, hugsi eg, at tað er sjálvsagt, at hugt verður at námsætlanunum eisini.

Tað stendur heldur einki nevnt í samgonguskjalinum um tryggari setanir hjá lærarum. Føroya Lærarafelag hevur aftur og aftur víst á ótryggu setanarviðurskiftini hjá øllum teimum mongu lærarunum, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi og sum mugu søkja starv á hvørjum ári, summir fleiri ár á rað.

- At geva lærarum betri og tryggari setan eru viðurskifti, sum eru løtt og skjót at seta í verk, um viljin er til staðar, og tað kostar einki. Til hetta skúlaárið varð lýst eftir 114 lærarum til fólkaskúlan, heili 84 vóru tíðaravmarkað størv, av teimum vóru fleiri enn 30 parttíðarstørv. At broyta hetta snýr seg mest um ein vilja og kann verða framt um somu tíð, sum arbeitt verður við tí, sum stendur í samgonguskjalinum. Vil landsstýrismaðurin, at nógvir lærarar skulu hava tryggari setan við at bjóða teimum fast starv, er bara at boða leiðslunum frá hesum. Tað einasta, sum skal broytast, eru boðini og í ávísan mun hátturin, sum skúlar fáa sína játtan árliga. Skipanin nú er, at skúlar fáa sína játtan í mai eftir næmingatalinum, sum er í februar, og so verður játtanin endurskoðað og tillagað í september, til næmingatalið 1. september. Vit hava sæð hópin av dømum í bæði stórum og smærri skúlum um, at missir ein skúli fáar næmingar, so missa tey eitt lærarastarv. Tað órógvar skúlarnar ógvuliga nógv, tí alt virksemið er tilrættalagt. Um henda skipanin, at gera tillagingar í játtani til skúlan frá 1. september, verður strikað, ber til at hava tryggari lærarasetanir. Myndugleikin kann ikki forsvara, at so nógvir lærarar hava eina ótrygga setan. Tað er óvirðiligt, at lærarar skulu søkja sítt starv á hvørjum ári. Stóð tað til undanfarna landsstýrismannin við skúlamálum, Jenis av Rana, er hetta skúlaárið síðstu ferð, at tað eru so nógvar lýsingar eftir lærarum til tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum, eg vóni, at Djóni N. Joensen, núverandi landsstýrismaður í skúlamálum, fær virkað fyri, at tað gerast færri parttíðarstørv og fleiri føst lærarastørv.

Á valfundinum beint fyri valið var stór semja millum politisku umboðini úr øllum flokkum um, hvat eigur at verða gjørt á fólkaskúlaøkinum komandi tíðina. Hvussu eru vónirnar um komandi skeið?

- Øll vilja fólkaskúlanum væl, og eg havi góðar vónir um, at okkurt fer at henda. Samgonguskjalið kundi bent á, at samgongan sær álvara í, at nógv eigur at verða gjørt; tað er gott, at tað, sum er niðurfelt í samgonguskjalið, er nevnt, tað vísir eisini, at politikarar hava hugsað um fólkaskúlan, men tað er á ongan hátt nóg mikið. Verða pengar settir ikki av, kunnu vit ikki rokna við batum.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.