Tíðindi

Privatbúskapur eigur at vera lærugrein í 9. flokki

Tað er stór skomm, at skúlaskipanin ikki hevur privatbúskap sum lærugrein. Tað halda Kristina Berg og Christian Berg Petersen, ungdómstinglimir, sum hava lagt uppskot á Ungdómsting um hetta

08.02.2022

Ungfólk eru ikki nóg væl upplýst um síni egnu pengaviðurskifti. Tað halda Kristina Berg og Christian Berg Petersen, ungdómstinglimir og næmingar í Hoyvíkar skúla. Tey hava lagt uppskot fram á Ungdómstingi, har tey skjóta upp, at privatbúskapur verður lærugrein í 9. Flokki. Tey siga í viðmerking til málið, at fleiri ung fáa arbeiði og byrja at forvinna egnar pengar. Tó eru tað sera fá ung, ið hava nakra vitan viðvíkjandi sínum egna privatbúskapi. Privatbúskapur er eisini nakað, ið fyllir sera nógv í vaksnamannaárunum.

- Vit halda, at tað er stór skomm, at skúlaskipanin ikki hevur privatbúskap sum lærugrein í fólkaskúlanum, tí at fólkaskúlin er gjørdur til at fyrireika ungdómin til vaksnamannaárini, og privatbúskapur er nakað, ið fyllir mest í dagligdegnum hjá tí vaksna. 

Kristina Berg og Christian Berg Petersen fingu tveir 9. flokkar at svara nøkrum spurningum í spurnablaði.

- Her funnu vit út av, at 70,3% høvdu einki lært um privatbúskap, og heili 93,2% vildu læra um evnið. Tað var stór undirtøka fyri at gera tað sum lærugrein, tí tey ungu vistu væl, at hetta var eitt ógvuliga umráðandi og aktuelt evni at verða undirvístur í. 
- Okkara meining er, at lærugreinin skal fara fram ein skúlatíma um vikuna í eitt hálvt ár, t.v.s. 20 skúlatímar tilsamans. Her avger tann einstaki skúlin sjálvur, hvørja helvt av árinum undirvíst skal verða í. Endamálið er ikki, at næmingarnir skulu fara heilt í djúpdina við evninum, men bert læra tað grundleggjandi, soleiðis at næmingurin hevur okkurt at standa á, tá viðkomandi er liðugur í fólkaskúlanum. 

Tey halda, at undirvíst eigur at vera í renturokning, hvat eitt lán er og tí besta mátanum at gera, tá talan er um lán, uppsparing og hvussu umráðandi tað er at hava eina uppsparing, hvat fakfeløg eru, skattur, íløgur, partabrøv, fígging og so framvegis.

Aftast í uppskotinum hava Kristina Berg og Christian Berg gjørt yvirlit yvir fyrimunir og vansar við uppskotinum:

Fyrimunir við uppskotinum:

·      Eitt meiri vitandi og upplýst samfelag. 

·      Minkað verður um fátækaváða. 

·      Eitt ríkari land og samfelag. 

·      Minkar um lógarbrot viðvíkjandi skuld og bankasviki sum vaksin. 

·      Minkar um strongd og tunglyndi viðvíkjandi pengaviðurskiftum sum vaksin. 

Ein onnur grund til, at vit vilja hava privatbúskap sum lærugrein í fólkaskúlanum, er tí, at her klára vit at raka øll. So hava tey, ið ikki taka eina miðnámsútbúgving, eina lítla fatan av, hvat privatbúskapur er, og so hava tey, ið taka eina miðnámsútbúgving, eitt grundarlag at byggja víðari á. 

Vansar við uppskotinum:

·      Hetta er ein nýggj lærugrein, og sum støðan er, hava lærarar ikki fingið frálæru í at undirvísa í privatbúskapi.   

·      Ov nógvir tímar á tímatalvuni. 

Eitt uppskot kundi verið at gjørt privatbúskap sum ein part í læraraútbúgvingini, ella kundu nøkur skeið verið sett í verk, har ið lærarar verða undirvístir í privatbúskapi. 

- Vit halda at við at gera privatbúskap til eina lærugrein í 9. flokki, taka vit tað næsta fetið til eitt ríkari, meiri vitandi og betri land, siga tey.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.