Tíðindi

Próvtøkurnar í summar mugu hava fyrilit fyri koronasmittuni

Landsstýrismaðurin í uttanríks- og mentamálum, Jenis av Rana, sigur, at tað er óhugsandi, at lærarar og næmingar hava megnað ávikavist at geva og at taka til sín neyðugu og kravdu frálæruna. Krøvini til próvtøkurnar í summar mugu hava fyrilit fyri hesum veruleikanum.

21.02.2022

Skúlafólk hava sínámillum og á sosialum miðlum kjakast um, hvussu best er at fara fram, tá próvtøkurnar koma fyri í summar.

Mong tykjast meta, at neyðugt verður at tillaga próvtøkurnar, tí skúlarnir hava verið raktir av koronasmittuni, og bæði næmingar og lærarar hava mist nógvar arbeiðsdagar. Og hetta hevur havt við sær mista undirvísingartíð.

Jenis av Rana kennir trupulleikan, og arbeitt verður við málinum.

- Umstøðurnar, sum koronafarsóttin hevur sett lærarar og næmingar í, hava verið so ógvisligar, at óhugsandi er, at hesir hava megnað ávikavist at geva og at taka til sín neyðugu og kravdu frálæruna. Krøvini til próvtøkurnar í summar mugu hava fyrlit fyri hesum veruleikanum, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at í umsitingini í Mentamálaráðnum eru tey greið yvir støðuna, og at arbeitt verður við hesum.

- Umsitingin er fult greið yvir serstøku trupulleikarnar og er longu miðvíst í gongd við, saman við umboðum fyri skúlarnar, Undirvísingarstýrinum, Námi og øðrum at finna skilagóðar og hjálpandi loysnir til næmingarnar, sigur Jenis av Rana.

Enn er tó ikki heilt greitt, hvørjar loysnirnar eru á hesum trupulleika, men Jenis av Rana vissar um, at arbeitt verður av øllum alvi við trupulleikanum.

- Talan er um ein veruligan trupulleika, sum vit í felag fara at finna loysnir fyri. Hesar møguligu loysnir eru fleiri, og tær verða kannaðir út í æsir, áðrenn vit í felag fara at taka eina avgerð, sum øll fara at verða nøgd við, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.