Tíðindi

Próvtøkuháttur A ella B – ókendur tekstur ella synopsa

Møguliga kundu vit roynt onkran annan próvtøkuhátt. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærararfelags, skrivar

08-07-2021

Hesa ársins tíð er eitt av evnunum á lærarastovuni, próvtøkuhættir. Lærarar eru ójavnir á máli. Hvat er nú betri at føra upp í – ókendum teksti ella at gera synopsu? Her er talan um føroyskt, danskt og enskt.

Leiðslurnar tykjast stuðla mest synopsuforminum, próvtøkuhátti B, ið er nýggjari, og eggjar næminginum at hugsavna seg um eitt evni og fara í dýpdina við tí og so seta í frásjón við kendan tekst. Lærarar, ið taka henda próvtøkuhátt fram um hin, eru heldur ikki allir sannførdir um, at hetta er besti hátturin til próvtøku. Fyrimunirnir eru, at næmingurin fær hugsavnað seg um ein valdan tekst og eitt hugdýpingarøki og fær valt sær ein ella fleiri tekstir frá skúlatíðini seinastu tvey árini, ið hóska at bera saman við. Tað er reflekterandi og sjálvstøðugt arbeiði í sjálvum sær. Heimarbeiði er sera ítøkiligt og hugtøkiligt hvørt um annað. Tað er ítøkiligt, tí ein tekstur skal greinast og tulkast og samanberast við kendan tekst. Tað er hugtøkiligt, tí hátturin og andsfrælsi við at arbeiða og fáa burturúr eru sera opnir og fríir. Næmingurin nýtist tí bert at nýta orkuna til hetta, og als ikki hugsa um aðrar tekstir og onnur evni. Framløgan skal dugast raðið, treyðugt so, men einki er óvæntað, og einki er at óttast, tí alt er fyrireikað, tá ið ein situr í próvtøkuhølinum. Næmingurin fær veruliga gjørt sær ómak og sýnt síni kynstur.

Hvørjir eru vansarnir við synopsuforminum sambært lærarum? Jú, næmingarnir hava tíðum ilt við at finna ókendan tekst og mugu fáa hjálp til at velja, hava ilt við at velja og skilja ofta ikki tekstin, teir velja nóg væl. Næmingar, ið hava ilt við greining og tulking, fáa ikki hjálp frá lærarum og kunnu tískil hava brúk fyri hjálp frá foreldrum ella systkjum, og um tey ikki kunnu hjálpa, so eru hesir næmingar fyri vanbýti. Framløgurnar eru tíðum ov stirvnar og bundnar av upplestri, ið onkuntíð ber brá av, at næmingurin ikki eigur avrikið sjálvur. Samanumtikið haldi eg, at lærarar eru samdur um, at allur próvtalsskalin verður nýttur. Øll hava havt møguleika at gera sær ómak, og flestu gera nakað við tað, meðan nøkur fá einki gera við tað heima.

Sjálvt um eggjað verður lærarum til at gera synopsur við næmingunum, eru fleiri, ið velja próvtøkuhátt A, ið er ókendur tekstur, ið næmingurin tekur og fær síðani 40 minuttir til fyrireiking. Hesin tekstur skal eisini samanberast við kendan tekst. Fyrmunirnir sambært lærarum er, at næmingurin veruliga fær sýnt, hvat hann fær burtur úr fyrireikingartíðini, og at verkið er sjálvstøðugt. Eingin kann hava hjálpt honum. Hetta er einstaklingaarbeiði undir tíðartrýsti, har næmingurin veruliga má kýta seg.

Hvørjir eru so vansarnir við ókenda tekstforminum, próvtøkuhátti A, sambært lærarum? Næmingarnir fáa ikki allir greinað og tulkað væl við so stuttari tíð. Ofta ber framløgan brá av grunnari tekstfatan, tí næmingurin ikki fatar øll orð og tískil misfatar tekstin. Hann arbeiðir undir tíðartrýsti og nær ofta ikki at gera tað, ið væntast av einari greining og tulking tíansheldur samanbering. Samanumtikið, halda lærarar, at eisini her verður allur próvtalsskalin nýttur, og at allir næmingar hava sama møguleika.

Møguliga kundu vit roynt onkran annan próvtøkuhátt. Eitt hugskot hevði verið eina 48 tímars uppgávu, har næmingurin veruliga fær kýtt seg undir tíðartrýsti og síðani lagt uppgávuna fram. Livst so spyrst!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.