Tíðindi

Politisku flokkarnir um fólkaskúlan

Í trimum greinum komandi tríggjar dagarnar seta vit øllum politisku flokkunum, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum, tríggjar spurningar

28.11.2022

Tað liggur Føroya Lærarafelag nær at hava ein góðan og dagførdan fólkaskúla, har tað er pláss fyri øllum næmingum. Ein fólkaskúla, sum livir upp til endamálsorðingina og tey krøv, sum samtíðin setur.

Fólkaskúlin er undir trýsti og hevur tørv á dagføringum á fleiri økjum. Tað síggja vit m.a. við at:

tað eru fleiri næmingar, ið ikki trívast og hava tørv á hjálp, og tað gongur alt ov seint at fáa neyðugu hjálpina.
lærarar hava ikki tíð at møta tí einstaka barninum, tá teir einsamallir skulu undirvísa 26 børnum í flokkinum,
flokslærarin hevur ikki tíð at taka sær av øllum næmingunum, sum ikki trívast, og
tíðin er farin frá námsætlanunum og landsroyndunum, so tað órógvar arbeiðið hjá lærarunum og skúlagongdina hjá næmingunum.

Politisku flokkarnir hava tí fingið tríggjar spurningar, ið lýsa øki í fólkaskúlanum, ið Lærarafelagið metir treingja til broytingar ella dagføringar, um vit framvegis skulu hava tann góða fólkaskúlan, sum vit øll ynskja til okkara børn og ungu. Fyrsta greinin er á heimasíðuni í morgin, og hon snýr seg um námsætlanirnar og landsroyndirnar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.