Tíðindi

PISA-kanning ella kapping

At umrøða PISA sum eina aðra kapping er ein ónolla, sum hevur fingið valdið; vit eiga at minnast, av vit luttaka í eini PISA-kanning og ikki eini kapping. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

11.04.2024

Føroyar eru á 110. plássi við 1171,65 stigum, Føroyar á 20. plássi við 86 stigum og Føroyar væl undir miðal við 446 stigum. Tølini eru frá ávikavist styrkilistanum hjá FIFA fyri landslið hjá kvinnum, styrkilistanum hjá EHF fyri landslið hjá monnum og úrslit hjá føroyska fólkaskúlanum í PISA í støddfrøði.

Ítróttin hevur sínar styrkilistar fyri londini, sum kappast, og tað hevur almennan áhuga, tá okkara lið ganga fram nøkur pláss, tí vit ynskja teimum væl, og vit eru stolt, tá Føroyar vinna í altjóða kapping; eitt er ítróttur, men er tað rætt at brúka sama retorikk, tá talan er um eina kanning í skúlanum?

Føroyar hava luttikið í PISA-kanningini í fleiri ár, og saman við nógvum áhugaverdum eygleiðingum frá kanningini setir kanningin eisini eitt tal á økini lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Tá úrslitini verða varpað út, so eru høvuðstíðindini frá PISA-frágreiðingunum, hvussu nógv stig næmingarnir hava vunnið okkum, og hvussu vit standa okkum í mun til onnur lond. PISA-kanningin verður umrødd sum ein onnur kapping í ítrótti, har londini dystast móti hvør øðrum, men nú í skúlahøpi. At umrøða PISA sum eina aðra kapping er ein ónolla, sum hevur fingið valdið; vit eiga at minnast, av vit luttaka í eini PISA-kanning og ikki eini kapping.

PISA-kanningin og PISA-sjokkið í 2006 hava elvt til meira ófrið enn gagn um skúlan; hetta er galdandi í øllum Norðurlondum. Tá tíðindini og prátið aftur nú í 2022 vóru um PISA-skelk og gamlar umberingar, so eru vit aftur á sama stað, og tað eru vána líkindi fyri, at vitanin frá PISA-kanningini kann leiða til umhugsaðar tillagingar í skúlanum.

Røddir eru frammi um, at vit eiga at taka okkum úr PISA-kanningini, tí hon órógvar nógv og gagnar lítið. Avbjóðingin við PISA er meira umrøðan av PISA heldur enn kanningin sjálv, tí eiga vit heldur at halda fram við PISA og broyta, hvussu vit varpa úrslitini frá PISA út og brúka tey. Ein atfinning ímóti PISA og fleiri kanningum er, at úrslitini als ikki verða brúkt, og tað er tíverri rætt. Um úrslitini frá kanningini ikki verða brúkt, so kundi kanningin eins væl ikki verið gjørd.

Umrøðan av kanningum kemur javnan til niðurstøður, sum liggja langt frá tí, sum er kannað, PISA-kanningin er eitt gott dømi um hetta. Tað er ført fram, at sambært PISA eiga vit ikki nakrar úrmælingar í skúlanum. Hetta er púra skeiv niðurstøða, og tað sóu vit m.a. í ungdómstinginum í løgtinginum og í fólkatinginum og til framløgurnar í íverksetan í Varpinum, at vit eiga framúr næmingar. Hendan niðurstøðan út frá PISA heldur ikki, tí at PISA kannar bara ein part av tí fakliga, men førleikarnir, sum arbeitt verður við í fólkaskúlanum, eru so nógv fleiri og heilt aðrir.

Kanningar í skúlanum eru neyðugar, men kanningar í fólkaskúlanum eru ikki kappingar. Vit eiga at gera kanningar, ikki tí tær skulu stýra fólkaskúlanum; tað skulu vit gera, sum varða av fólkaskúlanum, men sum eitt av fleiri amboðum, sum kann vera við til at vísa, hvat lukkast, og hvat vit kunnu gera betri. Tað er langt síðan, at nøkur kanning vendi sær til lærarar og leiðslur, sum hava ábyrgdina at fáa skúlagongdina hjá næmingunum at lukkast, her kundi eitt nú Talis-kanningin verið eitt amboð.

Vit skulu hugsa væl um, hvørja kanning vit velja at seta í verk, so vit kanna tað, sum vilja fáa vitan um, og ikki bara renna aftan á einum og hvørjum kanningarúrsliti.

Oddagrein í Skúlablað nr 2, 2024, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.