Tíðindi

Pensjónsnýskipanin og ávirkan hennara á okkum

Seinni í ár er ætlanin at hava økisfundir fyri lærarar kring landið, har nýskipanin verður eitt av høvuðsevnunum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, skrivar

11. september 2018

Tá ið pensjónsnýskipanin varð samtykt á Føroya Løgtingi seint á vári 2018, fekk henda hending sjálvandi øll áhugað og øll fakfeløg at hyggja at, hvørt nýskipanin fer at betra um ella elva til keðiligar avleiðinginar fyri seg og síni.

Undan løgtingssamtyktini var ætlaða nýskipanin hjá samgonguni til hoyringar hjá flest øllum fakfeløgum. Vit fingu okkum holla kunning við serkønari hjálp úti frá og settu okkum tískil væl inn í nýskipanina. Onnur fakfeløg saman við okkum høvdu onkrar ítøkiligar og tekniskar viðmerkingar, og tá ið nýskipanin endaliga varð samtykt, var tað ein skipan, sum varð eitt vet betri eftir okkara tykki, enn tann, sum varð send til hoyringar.

Tey, sum verða pensjónistar áðrenn 2020, verða verandi undir núverandi pensjónsskipan og verða tískil ikki ávirkað av nýskipanini.

Men hvat merkir henda nýskipan fyri pensjónina hjá okkara limum, sum røkka pensjónsaldur eftir 01. januar 2020?

Lima- og økisfundir kring Føroyar

Eftir heystferiuna skipar nevndin fyri økisfundum fyri limum okkara í sjey økjum kring landið. Nevndin hevur innanhýsis sett dagfesting á teir sjey økisfundirnir, men heilt endaligt er tað ikki enn, tí vit hava eitt nú ikki kannað allar smálutir við dagfestingunum við allar partar.

Á limafundunum verða pensjóns- og tryggingarviðurskifti útgreinað við ítøkiligum dømum um, hvat ein lærari fær í pensjón og ymisk onnur viðurskifti í pensjónsnýskipanini. Onnur viðurskifti verða eisini umrøtt, og lærarar fáa høvið at seta spurningar.

Álitisfólk okkara kring landið vórðu kunnað um nýskipanina í síni heild og í smálutum í nýskipanini á álitisfólkadegnum í desembur 2017.

Umframt pensjónsnýskipanina, ætla vit eisini at nema við nøkur høvuðspunkt í virksemisætlanini, og hvussu týdningarmikið tað er, at lærarar kenna sína virksemisætlan og eru við at mynda hana saman við leiðsluni.

Tað er ikki heilt endaligt, nær og hvar nágreiniliga økisfundirnir verða, men teir verða eftir heystferiuna og nakrar vikur fram og við fyrivarni í hesari raðfylgju og á hesum støðum: Tórshavn (Læraraskúlahøllin), Sandoy (Meginskúlin), Vágar (Sørvági), Norðstreymoy (Kollafjørður), Eysturoy (við Løkin), Suðuroy (Trongisvági) og í Norðoyggjum (á Skúlatrøð).

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.