Tíðindi

Pengarnir til kt verða ikki skynsamt brúktir

- Tað skal eingin ivi verða um, at vit vilja brúka pengar upp á kt í fólkaskúlanum, men vit vilja ikki brúka pengar upp á viðlíkahald av tólum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

07.12.2017

Seinastu nógvu árini hava kunningartøknin og samskiftistøknin kollvelt skúlan; menningin í tøknini er og hevur verið størri enn væntað, og hon helmar ikki í. Skúlar hava keypt samvirknar talvur, teldur og teldlar í hópatali, og flestu skúlar kring landið eru væl fyri í so máta. Undangongufólk á hesum økinum eru kt-vørðirnir í fólkaskúlanum. Teir hava saman við leiðsluni ábyrgdina av, at útgerðin virkar, samstundis sum uppgáva teirra er at vegleiða og undirvísa lærarum og næmingum og á tann hátt seta í verk kunningar- og samskiftistøknina í dagligu undirvísingini og arbeiðinum í skúlanum. Einki øki innan skúlaverkið flytur seg so skjótt sum kunningar- og samskiftistøknin, og tí er tørvur á áhaldandi eftirútbúgving fyri at kunna vera við. Kortini hevur eingin eftirbúgving verið av verandi kt-vørðum, ei heldur ískoytisútbúgving til nýggjar kt-vørðir, hóast felagið hjá kt-vørðunum og Føroya Lærarafelag í nógv ár hava víst á stóra tørvin.

 

Í Mentamálaráðnum eru tey væl greið yvir tørvin á, at kt-vørðir sleppa á skúlabonk at dagføra vitan sína á økinum, og at nýggir kt-vørðir verða settir við. Orsøkin til, at eftirútbúgving og ískoytisútbúgving ikki eru settar á skrá, er, at Mentamálaráðið ikki longur vil lata sær lynda at rinda fyri arbeiðið, sum kt-vørðirnir gera við viðlíkahald av telduútbúnaði í skúlunum, tí tað eru kommunurnar, sum keypa og eiga telduútbúnaðin.

- Hvørja ferð ein skúli keypir eina teldu ella ein teldil, fylgja pengar við úr Mentamálaráðnum, pengar, sum í stóran mun verða brúktir til viðlíkahald og døgføring av tólunum. Av tí at tað eru kommunurnar, sum keypa og eiga tólini, eiga tær eftir okkara tykki eisini at rinda fyri røkt av tólunum.

Tá ið vit hava fingið greiðu á ábyrgdarbýtinum, verður lættari hjá okkum at bjóða kt-vørðum hóskandi eftirútbúgving og ískoytisútbúgving, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Les alla greinina í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.